HEIM
16.01.2019

Markamót í Portugalinum

Tað umgongst ikki, at nógv markamót eru ímillum áhugamálini hjá landinum og kommununum. Síðan Heðin Mortensen gjørdist landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur nógv samskifti verið ímillum Runavíkar kommunu og ráð hansara. Tað er onki at liggja omaná, at farleiðin til og frá Eysturoyartunlinum, eystanfyri við Skálafjørðin, hevur verið uppi og vent, og í dag hevði Heðin sent boð eftir borgarstjóranum fyri at tosa um gongdina í hesum málinum, nú smá tvey ár eru eftir hagartil tunnilin verður opin fyri almennari ferðslu. Fundurin varð hildin í Portugalinum.

Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2018 vóru 2,5 mió. kr. settar av til endamálið, og í hesum árinum hevur løgtingið raðfest ætlanina um innkomuveg við fýra mió. kr. Tað hevur verið arbeitt við einari ætlan í drúgva tíð. Skitsuætlanin hevur leingi verið tøk, og nú verður tann ætlanin neyvætlað. Tað hevur verið frammi, at frægasta loysnin er at gera eina verklagslóg, sum umfatar alla verkætlanina, og eitt tak er at finna fram til, hvør landsins og kommununar partur skal vera í hesi ætlan.

Strategiska ætlanin viðvíkjandi Eysturoyartunlinum eigur at vera, at farleiðin av Skipaneskrossinum út í tunnilin, í Rókini, verður skynsamiliga skipað, dagførd í mun til nýkomna undirstøðukervið undir Tangafirði, og at tunnilin úr Gøtudali undir Valaknúkar og vegurin omanfyri bygdina í Skálafirði verða framd í verki. Tá roknast kann við, at tunnilin undir Valaknúkum liggur aftanfyri Hvalbiartunnilin, tunlarnar Norður um Fjall og Vestmannatunnilin í almennu raðfestingini, er alneyðugt, at farleiðin á eystara armi við Skálafjørðin fæst í rættlag sum skjótast, skal ruðuleiki ikki spyrjast burturúr nógv øktu ferðsluni í økinum, eftir at Eysturoyartunnilin er tikin í nýtslu.

Landsstýrismaðurin, Heðin Mortensen, hevur skilt álvaran í málinum, somikið varð staðfest á fundinum í Portugalinum í dag.