KUNNGERÐ
til løgtingsveljarar í Runavíkar kommunu
til løgtingsvalið 19. januar 2008
BRÆVATKVØÐUR
Veljarar í Runavíkar kommunu, ið sambært vallógina lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni í avgreiðslutíðini til og við 18. januar 2008.
Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á valstaðin, kunnu boða kommunuskrivstovuni frá á tlf. 417000 í seinasta lagi 18. januar 2008 kl. 16.00.
VALKORT
Við hesum verður gjørt kunnugt, at til løgtingsvalið verða valkort send øllum veljarum í kommununi.
Um onkur, ið heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt býráðsskrivstovuni frá í seinasta lagi 18. januar 2008 á tlf. 417000
VALSTØÐINI í Runavíkar kommunu til løgtingsvalið 19. januar 2008:
Fyri valstaðið í Runavík í Ítróttarhøllini í Runavík fyri bygdirnar:
Skipanes, Søldarfjørður, Lamba, Lambareiði, Glyvrar, Saltangará, Runavík, Rituvík og Æðuvík.
Fyri valstaðið á Skála fer fram í pensionistahúsinum á Skála fyri bygdina:
Skála
Fyri valstaðið í Skálafirði í skúlanum í Skálafirði fyri bygdina:
Skálafjørður
Fyri valstaðið í Oyndarfirði í skúlanum í Oyndarfirði fyri bygdina:
Oyndarfjørður
Fyri valstaðið í Elduvík í skúlanum í Elduvík fyri bygdina:
Elduvík
Fyri valstaðið Funningsfirði í skúlanum í Funningsfirði fyri bygdina:
Funningsfjørður
Atkvøðugreiðslan byrjar KL. 10.00 fyrrapart og heldur fram til KL.20.00 – ELLA SO LEINGI VELJARAR MØTA UTTAN STEÐG.
Runavíkar Býráð