HEIM
01.04.2020

Løkshøll Live: Verkamenn spæla í kvøld kl. 20

Í kvøld kl. 20 verður triðja Løkshøll Live konsertin stroymað.

Bólkurin í kvøld rópar seg "Verkamenn" og telur so navnframar menn sum Georg eystan Á (gittar og sangur), Jákup Olsen (bass), Petur Bærentsen (gittar og mandolin) og Jákup Lind Dam (gittar og sangur).

Síggið konsertina inni á Facebook-síðuni hjá Løkshøll ella á Youtube-kanalini hjá Løkshøll kl. 20 í kvøld.