HEIM
27.03.2020

Løkshøll Live leygarkvøldið

Komandi dagarnar verður tónleikur stroymdur úr Løkshøll.

Konsertirnar fara fram uttan áhoyrarar og handan stongdar dyr, fyri at taka atlit til felags trygdina.

Stroymt verður umvegis profilarnar hjá Løkshøll á Facebook og Youtube. Deilið endiliga, so fleiri síggja.

Fyrsta stroymingin fer fram í annaðkvøld, leygarkvøldið kl. 20.00. Tá fer Marius at spæla í einar 20 minuttir.

Komandi dagarnar verða fleiri slík tiltøk á skrá. M.a. koma Jassarnir og bólkurin BEINIR at framføra eisini.