Framsýning verður í gomlu sparikassahølunum á Skála, í døgunum 23. til 27. november.
Tað eru børn í Dagstovninum í Skálafirði og Dagstovninum Varðin á Skála, sum sýna fram.
Talan er bæði um málningar, tøvdar myndir og mangt mangt annað.
Hugskotið við tiltakinum er at varpa ljós á ein part av virkseminum, sum fer fram á dagstovnunum.
Famsýningin, sum er almenn, verður opin mánadag til fríggjadag frá kl. 15:00 til 18:00
Øll eru hjartaliga vælkomin
Vinarliga
Dagstovnurin í Skálafirði og Dagstovnurin Varðin