Leygardagin 17. mars kl. 14.00 verður árliga kvøldskúlaframsýningin sett í Løkshøll.
Arbeiði, ið er evnað til í kvøldskúlanum í vetur, verður sýnt fram.
Sølvi Reinert Hansen, mentanarleiðari hjá Runavíkar kommunu, setur framsýningina og Nes Sóknar Musikkfelag luttekur.
Kvøldskúlaframsýningin er opin leygardagin 17. mars kl. 14-19 og sunnudagin 18. mars kl. 15-19
Kvøld- og ungdómsskúlin í Runavíkar kommunu