HEIM
30.09.2020

Kunning frá Læknaviðtaluni á Strondum

Fleiri fyrispurningar hava verið eftir at fáa influenza vaccinuna. Vaccinan er ikki komin í viðtaluna enn. Vit vanta at fáa hana um hálvan oktober, men hava í løtuni ikki dagfesting fyri nær vaccinan er klár at geva.

Vit koma við lýsing tá møguleiki er at fáa vaccinuna.


Vegna smittuvanda verður nú krav at hava masku á, tá ein kemur til lækna.

Eru fleiri enn 3 fólk í bíðirúminum, vera tygum biðin um at bíða í bilinum. Læknin hyggur regluliga útum, fyri at vita um fleiri sita í bili.

Ynskiligt er, at tað ikki eru fleiri fólk inni hjá sjálvum læknanum samstundis. Er neyðugt at hava fylgjara við inn til læknan má hetta einans vera ein persónur.


Kommunulæknaviðtala 4