HEIM
11.05.2018

Kunngerð um serstaka byggisamtykt fyri bygging av nýggjari kirkju á Glyvrum

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum boðað frá, at Runavíkar býráð á fundi 30.04.2018 hevur samtykt broytingar í Býarplaninum og Almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu.

Serstaka byggisamtyktin umfatar:

Ásetingar og treytir fyri bygging av nýggjari kirkju á Glyvrum

 

Serstaka byggisamtyktin er til skjals á Býráðsskrivstovuni í Saltangará í upplatingartíðini í tíðarskeiðnum

frá 11. mai 2018 til 22. juni 2018.

 

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 22. juni 2018.

 

Serstøk byggisamtykt fyri nýggja kirkju á Glyvrum

Glyvra Kirkja 3D perspektiv

Glyvra kirkja Støðumynd

 

Runavíkar kommuna