HEIM
28.10.2020

Kunngerð um kommunuvalið

Kommunuvalið fyri valstøðini í Runavíkar kommunu fer fram
á hesum støðum týsdagin 10. november 2020:

Fyri valstaðið í Runavík í Ítróttarhøllini í Runavík fyri bygdirnar:
Skipanes, Søldarfjørður, Lamba, Lambareiði, Glyvrar, Saltangará,
Runavík, Rituvík og Æðuvík.

Fyri valstaðið á Skála fer fram í ítróttarhøllini á Skála fyri bygdina:
Skála

Fyri valstaðið í Skálafirði í skúlanum í Skálafirði fyri bygdina:
Skálafjørður

Fyri valstaðið í Oyndarfirði í skúlanum í Oyndarfirði fyri bygdina:
Oyndarfjørður

Fyri valstaðið í Elduvík í skúlanum í Elduvík fyri bygdina:
Elduvík

Fyri valstaðið Funningsfirði í skúlanum í Funningsfirði fyri bygdina:
Funningsfjørður

Fyri valstaðið Funningur í skúlanum í Funningi fyri bygdina:
Funningur

Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 fyrrapart og heldur fram til kl.20.00 –
ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Valevnislistar til býráðsvalið 10. november 2020 í
Runavíkar kommunu sæst her: Valevnislistar

KOMMUNALA VALNEVNDIN
v/Ragnar O. Sundstein, formaður