HEIM
28.02.2018

Kunngerð um broyting av Byggisamtyktini og Býarplaninum fyri Runavíkar kommunu

 

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum boðað frá, at Runavíkar býráð á fundi 25.01 og 22.02 - 2018 samtykti broytingar í býarplaninum og byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu.

Broytingar av býarplaninum:

• 38.000 m2 av E-økinum í Leitinum, millum Blikagøtu og Hjallarveg/Norðurhædd í Saltangará, verður broytt til B1-øki.

• D1-øki á havnarøkinum í Rók verður víðkað uml. 15.000 m2 við útfylling út á sjógv.

Broyting av byggisamtyktini:

• Ásetingarnar fyri havnarøkið D42 í Runavík, verður broytt soleiðis, at mest loyvda hædd verður broytt frá 6,5 m til 12 m og mest loyvda nýtingarstig verður broytt frá 40 til 60%.

Broytingin í byggisamtyktini er til skjals á Býráðsskrivstovuni/Kunningarstovuni í Saltangará í upplatingartíðini í tíðarskeiðnum frá 1. mars til 12. apríl 2018 og á heimasíðuni www.runavik.fo

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 12. apríl 2018.

 

Runavíkar býráð

 

Broyting av ásetingum fyri D42-økið

Broyting við Blikagøtu

Broyting av býarplani í Rók