Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum boðað frá, at Runavíkar býráð á fundi hevur samtykt uppskot til broytingar í býarplaninum og byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu.
Broytingar av býarplaninum:
• Ein partur av D21 vinnuøkinum við vegamótið Skálaveg/Bryggjan verður broytt til B21 bústaðarøki
• Eitt økið á uml. 100.000 m2 á Glyvradali verður broytt frá landbúnaðarøki til D43 vinnuøki
• A miðstaðarøkini matr. nr. 168n við Líknargøtu 5 og matr. nr. 233e og 233f við Gerðisveg 31 og 33 verða broytt til B bústaðarøki
Broyting av byggisamtyktini:
• Byggisamtyktin verður víðkað við nýggjum vinnuøkið á Glyvradali við heitinum D42
• Ásetingar fyri Nýtslu í B10-B39 verður broytt soleiðis, at tað eisini skal verða møguligt at byggja íbúðir í hesum økjum.
Broytingin í byggisamtyktini er til skjals á Býráðsskrivstovuni í Saltangará í upplatingartíðini í tíðarskeiðnum
frá 17. september til 29. oktober 2018.
og á heimasíðuni www.runavik.fo
Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 29. oktober 2018.
Verandi ásetingar fyri "Nýtsla fyri Økini B10 til B39"
A-økir fyri og eftir broyting - Gerðisvegur
A-økir fyri og eftir broyting - Líknargøta
Runavíkar býráð