HEIM
02.04.2020

Kunngerð um broyting av Býarplaninum fyri Runavíkar Kommunu

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum boðað frá, at Runavíkar býráð á fundi 27/6-19, 28/11-19 og 26/3-20 hevur samtykt broytingarnar í býarplaninum fyri Runavíkar kommunu.

 

 

Broytingarnar í býarplaninum eru til skjals á býráðsskrivstovuni í avgreiðslutíðini í tíðarskeiðnum: frá 6. apríl til 25. mai 2020

Av tí at alt virksemi á kommunuskrivstovuni í løtuni er umvegis telefon og teldupost, ber til at venda sær til skrivstovuna við at skriva ella ringja og fáa útflýggja tilfar.

Telefonin svarar mánadag – hósdag kl. 9.00-16.00 og fríggjadag kl. 9.00-15.00
Tlf. nr. 417000. Teldupost: runavik@runavik.fo

Broytingarnar síggjast eisini á heimasíðuni www.runavik.fo

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 25. mai 2020.

Runavíkar býráð