HEIM
21.08.2019

Kunngerð um brævatkvøður og valkort

til løgtingsveljarar í Runavíkar kommunu

til løgtingsvalið 31. august 2019

 

BRÆVATKVØÐUR

Veljarar í Runavíkar kommunu, ið sambært vallógina lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni í avgreiðslutíðini til og við 30. august 2019.

Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á valstaðin, kunnu boða kommunuskrivstovuni frá á tlf. 417000  í seinasta lagi 30. august 2019 kl. 12.00.

 

VALKORT

Valkort eru send øllum veljarum í kommununi.

Um onkur, ið heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt býráðsskrivstovuni frá í seinasta lagi 30. august 2019  á tlf. 417000

 

Runavíkar kommuna