HEIM
02.10.2020

Kunngerð

Við hesum verður gjørt kunnugt, at vallistin til kommunuvalið 10. november 2020 fyri valdømið í Runavíkar kommunu liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í Saltangará í døgunum frá 12. oktober 2020 til 26. oktober 2020 í vanligari skrivstovutíð.

Kæra um, at onkur ikki er komin á listan ella, at onkur av órøttum er tikin við, skal skrivliga vera býráðnum í hendi í seinasta lagi 03. november 2020.

Runavíkar kommuna