HEIM
04.09.2020

Klippið trø og runnar framvið vegi

Kommunan hevur fingið áheitanir frá bilførarum um, at trø fram við vegum, vaksa inn yvir vegbreytina, so at tey eru til ampa fyri ferðsluna.

Vit fara við hesum, at heita á øll í kommuni sum hava trø og runnar út móti almennum vegum, um at klippa tey sum tilskila niðanfyri.

Fríhæddin yvir gongubreyt skal vera minst 2,5 metrar og 4,2 metrar yvir koyribreyt. Runnar skulu verða kliptir ájavnt mark. Atlit skal takast fyri, at avfall kann tyngja greinarnar.

Runavíkar kommuna