HEIM
29.11.2019

Klæmint avloysir Páll

Nú skúlavørðurin í Runavíkar kommunuskúla seinastu nógvu árini, Páll Rasmussen, gevst vegna aldur, er greitt, at Klæmint Andrasson Olsen kemur at avloysa hann í starvinum.

Klæmint er 29 ár og hevur seinstu 12 árini starvast hjá TN Bygging. Fyrst sum timburlærlingur og síðani sum húsasmiður. Hesi seinnu árini hevur hann verið arbeiðsformaður og havt ábyrgd av lærlingum. Klæmint er eisini partur av Skálafjarðar Sløkkiliði.

Klæmint tekur við starvinum 1. januar 2020.

Runavíkar kommuna takkar Páll Rasmussen fyri hansara trúfesti og nærlagni, og ynskir Klæmint Andrasson Olsen hjartaliga til lukku við starvinum.