HEIM
07.10.2020

Kirkjugarðurin á Glyvrum

Nú var tíðin komin til at víðka um kirkjugarðin á Glyvrum. Fyrireikað er at vaksa um hann inneftir – norðureftir. Arbeiðið varð fyrr í ár boðið út, og við ta innbodnu lisitatiónina, sum varð hildin í býráðssalinum í Saltangará hin 26. august í ár kl. 11, vóru trý tilboð innkomin.

Spf. Rókin á Glyvrum átti lægsta boðið – slakar 2,9 mió. kr. – og í dag skrivaðu stjórin í felagnum, Jákup Martin Kjeld, og borgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen, undir sáttmála hesum viðvíkjandi. Farið verður undir arbeiðið í næstum.