HEIM
04.07.2020

Kirkjubøkur lagdar fram í Løkshøll týskvøldið kl. 19

Í Føroyum er alstórur áhugi fyri ættargransking. Hetta er væl skiljandi, tí vit vóru so fá og ofta møttu vit skyldfólki.

Nógv eru tey, sum royna at leita eftir forfedrum í gomlum skjølum, og tey sum hetta gera, eru í veruleikanum søgufrøðingar, tí tað søgufrøðingar gera, er at finna fram til søguligar keldur, lesa tær og tulka tær so tær siga okkum nakað sum ávirkar okkara dagliga lív.

Umráðandi er at sleppa fram at teimum søguligu keldunum. Tær eru tíbetur oftast væl goymdar í søvnum, har til ber at lesa tær. Fyri at fáa gagn burtur úr teimum verður um allan heim roynt at skriva hesar keldur av og fáa tær prentaðar, so fleiri kunnu fáa at vita hvat ið stendur í teimum. Tíbetur eru nógvar slíkar søguligar keldur útgivnar, og við at lesa hesar álítandi avskriftir ber til at fáa at síggja hvat ið keldurnar í veruleikanum siga og út frá teimum tulka hvat ið er hent í farnum tíðum.

Vit føroyingar eru í tí hepnu støðu, at Jákup Jakobsen fyri meir enn hundrað árum síðani gav út Føroyskt fornbrævsavn við øllum varðveittum miðaldarskjølum. Harnæst høvdu vit Einar Joensen, sum skrivaði av og gav út løgtingsbøkurnar frá 1615-1690. Uttan hesar keldur hevði illa staðið til við okkara møguleikum fyri at skriva gomlu søgu okkara.

Nú er farið undir eitt miðvíst arbeiði við at skriva av og prenta okkara kirkjubøkur.

Hetta eru tær bøkur, har sóknarprestarnir við miklum nærlagni við fjøðurpenni hava skrivað øll tey í, sum teir doyptu, og hvussu lagna teirra var líka til tey doyðu. Hetta var ásett í norsku lóg, sum kom í gildi í Føroyum í 1688. Men longu árið fyri var prósturin á Nesi, sum var sóknarprestur í Eysturoynni, farin undir at skriva kirkjubók fyri alla Eysturoynna. Henda bók er tann einasta av teimum fyrstu kirkjubókunum, sum er varðveidd. Allar hinar hava verið skrivaðar, men eru misfarnar av sliti og eldsbruna.

Tað er eitt alstórt arbeiði, sum prestarnir her hava útint sera samvitskufult undir ringum umstøðum. Vit kunnu harmast um, at onkur glopp eru, men tað sum varðveitt er, sigur forvitnum nútíðargranskarum av ætt og søgu ein hóp um tað sum hendi okkara forfedrum í hesum tíðarskeiði.

Hesar kirkjubøkur hava verið atkomuligar á landsskjalasavninum, og hava verið nógv lisnar, og tað er at fegnast um. Men tær eru broysknar og tørvur er á kostnaðarmiklum umvælingum fyri at tær ikki verða slitnar upp. Fyri at lætta um eru myndir tiknar av teimum og lagdar út á alnótina. Hetta hevur gjørt tilfarið lættari at koma til. Her er tó ein stórur vansi, at flestu av teimum eru skrivaðar við gamlari skrift, sum ikki hevur verið nýtt í skúlunum síðstu hundrað árini. Fyri at lesa hesa skrift er neyðugt at læra seg hana, og hetta forðar mongum at fara undir at fáa gagn av hesum skjølum.

Tørvur er tí á, at onkur ger sær tann ómak at seta seg niður at gera tað sama arbeiði, sum Jákup doktari og Einar prentari gjørdu við okkara gomlu skjøl og skriva tey av og leggja tey fram á prenti við nútíðarskrift.

Tað er umráðandi at leggja fyri við kirkjubókunum, tí tær eru størsta keldan til lív og lagnu hjá okkara forfedrum. Vita vit hvat stendur í teimum, ber til at knýta tann kunnleika, sum aðrar keldur geva, til at fullfíggja myndina av søgu Føroya. Men hetta tóktist ógjørligt, tí tilfarið er so stórt, at tað kom fáum til hugs, at tað yvirhøvur bar til.

Men so kom bjargingin. Petur Martin Rasmussen skrivaði av elstu kirkjubøkurnar í Suðurstreymoy við einum stíli, so tað bar til hjá leikum og lærdum at leita í teimum og síggja hvørji fólkini vóru. Hetta var eygnariv, og honum á baki kom Poul Andreasen við Suðuroyar elstu kirkjubók.

Ein av teimum, sum hevur fingið íblástur frá hesum slóðbrótarum, er Johan G. Mikkelsen. Hann er úr Svínoy, og fór fyri mongum árum síðani at skriva av kirkjubøkurnar í Norðoyggjum. Hann var fastur gestur á landsskjalasavninum og kom eftir, at ongar avskriftir vóru av fleiri av hinum kirkjubókunum. Tí fór hann eisini undir at skriva Eysturoyar kirkjubók av, og sá tá, at nógv av tí, sum skuldi staðið í Norðoya kirkjubók, als ikki stóð har, men bert í Eysturoyar kirkubók. Fyri at kunna gera Norðoya kirkjubók rætta, var tí neyðugt at gera Eysturoyar kirkjubók liðuga, og er tað atvoldin til, at Eysturoyar kirkjubók nú verður løgd fram sum tann fyrsta í ritrøðini við øllum kirkjubókunum í Føroyum fram til 1892. Hetta ár kom eitt nýtt slag av kirkjubókum fyri allar Føroyar. Almenningurin sleppur ikki at lesa kirkjubøkur fyrr enn áttati ár eru farin, so tað verður ein onnur verkætlan fyri tíðarskeiðið 1892-1940.

Í hesum útgávum er ein stílur, har yvirlit ikki bert er yvir persónsnøvn, men eisini yvir staðarnøvn. Har ber tí til at síggja hvussu samskiftið er millum bygdir og oyggjar í Føroyum í hesum tíðarskeiði. Tann sum hevur í hyggju at fáa at vita hvat ið er hent í heimbygdini, kann tí fáa holla vitan við at kaga í hesar prentaðu bøkurnar.

Fult gagn fæst tó ikki burtur úr hesum bókum, fyrr enn ætlanin er fullfíggjað, soleiðis at Norðoyggjar, Vágar, Norðstreymoy, Suðuroy, Sandoy og Suðurstreymoy eisini eru komnar upp á prent. Vónandi sæst skótt ljós í tunnilsmunnanum!

Onkur spyr kanska hví vit ikki bara gera hesar bøkur atkomuligar á alnótini. Orsøkin er tann, at allar royndir vísa, at tøkniliga gongdin er so skjót, at tað sum er nøkur ár gamalt, ikki er atkomuligt. Øðrvísi er við eini prentaðari bók. Vit kunnu í dag lesa tað Jákup Jakobsen skrivaði fyri hundraðogtrettan árum síðani, men var henda útgáva bert á netinum, var vandi fyri at eingin slapp fram at henni um nøkur fá ár. Fyri at framtíðartryggja avrikið er tí neyðugt at fáa tað prentað.

Tað er Felagið Varðin sum gevur bøkurnar út. Hetta hendir í samband við, at tað 17. desember 2021 eru hundrað ár liðin síðan síðsta hefti av fyrsta bindi Varðans kom út. Hesa øldina hevur hetta rit verið kyndilin í mentanarlívi Føroya, har okkara fremstu rithøvundar hava tikið til orðanna.

Mentanarrit eru um allan heim, men ofta er teimum vátt undir føti, og tey koma og fara. At vit hava eitt mentanarrit, sum er komið út í hundrað ár, er tí eitt undurverk. Hetta er bara tí ótrúligu undirtøku fyri at takka, sum Føroya fólk hevur sýnt hesum tiltaki.

Felagið Varðin hevur givið mangar bøkur út hesi hundrað árini, eitt nú ta fyrstu føroysku orðabókina.

Nú helt felagið, at vit skuldu geva Føroya fólki nakað aftur fyri ta undirtøku, sum tjóðin hevur veitt okkum, og hvat kundi verið betri enn at givið út á prenti eitt verk, har hvør einasti føroyingur kundi síggja hvørjar forfedrar hann hevði?

Onkur heldur kanska, at tað er nógv fyri hjá einum føroyskum mentanarforlagi at geva út eina bók skrivaða á donskum. Men tey fólk, ið her eru nevnd, eru føroyingar. Tey lærdu ikki at skriva føroyskt, men tey dugdu so væl at tosa tað, at tey hildu málinum uppi hóast allan tann ágang, sum tí var fyri. Hetta er eitt ótrúligt bragd. Tað er tí teimum fyri at takka, at vit í dag yvirhøvur hava nakað føroysk mál. Tí er øll orsøk til at hava stóra virðing fyri hvørjum einasta av teimum, sum hava gjørt hetta bragd.

Eitt annað vit kunnu læra av hesi søguligu keldu, er at tað ikki er nakað nýtt at útlendingar koma til Føroyar og festa búgv her. Men føroyska mentanin er so sterk, at børn teirra gerast rættiligir føroyingar. Hetta megnaðu ættfedrar og -ættmøður okkara hóast vit bert vóru fimm túsund í tali. Hetta avrik kann vera okkum ein fyrimynd í teimum avbjóðingum, okkum nú eru fyri.

Framløgan av Eysturoyar kirkjubók 1687-1832 og henni fyri árini 1832-1892 verður í Løkshøll týskvøldið 7. juli klokkan sjey. Hesin dagurin er gamla jóansøka. Tá kirkjubókin tók við í 1687 nýttu vit julianska kalendaran, sum Julius Cæsar setti í gildi ár 44 fyri okkara tíðarrokning. Í 1500-talinum fann Gregor pávi út av, at tíðarrokningin var skeiv, og ár 1700 tóku vit við tí gregoriansku tíðarrokningini, soleiðis at jóansøkan varð flutt trettan dagar nærri longsta dagi. Men framvegis komu fólk til Varmakeldu gomlu jóansøkunátt, tí tá gav varma vatnið heilsubót. Tað er tí hóskiligt at hava hetta tiltak á gomlu jóansøku og nýta høvið til at geva mentanarlívi okkara heilsubót við hesi dygdargóðu keldu.

Felagið Varðin