HEIM
02.12.2019

Jólatræsrøða í Skálafirði

Røða, sum Klæmint Østerø helt, tá jólatræið varð tendrað í Skálafirði 31. november:

Góðu bygdafólk!
Tað er mær ein stórur heiður, at verða valdur til at halda eina stutta røðu í sambandið við at jólatræðið verður tendra í Skálafirði. Tá ið tað bleiv heitt á meg til at halda hesa røðu, ivaðist eg ikki eina løtu og takkaði fyri beinanvegin. Tankar mínir leitaðu sær beinanvegin aftur í tíð, til stríðsárini, til eitt skriv dagfest 31.12.1940 har ið abbabeiggi mín verður útnevndur ”ljósasløkkjari”.

Føroyar vóru hersettar og allur heimurin var í kríggi. Carl, var útnevndur til at ansa eftir, at eingin ljósglæma sást út úr teimum fáu húsunum sum tá vóru í bygdini. Umráðandi var at bygdin lá í fullkomnum myrkri. Tí kennist tað sum ein serligur heiður, at kveikja ljós í bygdini aftur, nú 79 ár seinni.

Hví skulu vit so savnast um at kveikja ljós í einum træið. Hava vit ikki nokk at takast við hesa ársins tíð?

Gerðandismálini eru so nógv, at tíðin røkkur ikki til. Kappingin um okkara uppmerksemið hevur ongantíð verið meira ágangandi og lýsingar toga okkum í allar ættir. Tilboð her og har, og hvørt betur enn annað og júst í hesum døgum, rullar Black Friday inn yvir okkum øll. Er man ikki við, so er man øðrvísi, ella kanska heilt undarligur.

Hvat virðið hevur eitt lýsandi jólatræ millum hesi so góðu tilboð?

Rákið í okkara grannalondum gongur eisini tann vegin, at jólini eru um at tapa dystin fyri politiskum korrektleika og hugtøkum sum Vetrarveitsla!. Jólabollar eita nú Vetrarbollar!. Vit fáa ikki jólafrí, men Vetrarfrí! Er tað veruliga so, at vit eru um at missa taki á jólunum?

Eg kann bara svara fyri meg sjálvan, at fyri meg hevur tíðin fram ímóti jólum, og jólini sjálv, altíð staði sum ein serlig hátíð í mínum sinnið. Aldagamla jólamentanin minnir meg á, at her hava forfedrar vart um ein siðaarv sum hevur sín uppruna í Jesu føðing. Forfedrar, sum hava lagt lunnar undir eitt samfelag, har øll menniskju hava sama virði.

Jólini eru tíðin har vit hyggja aftur og til síðis, fyri at minna okkum á, hvørji vit eru og hvat vit hava kært.
Jólini er tíðin har vit savnast og gleðast saman. Tíðin har vit skikka okkum betur, møtast og eru meira smílandi og blíðari. Tað er ikki sørt, at vit gera okkum ómak fyri at verða tað menniskja, sum vit droyma um at verða. Vit gera ting fyri onnur, ikki fyri at reypa av tí, men av hjarta og eyðmýkt.
Tí eru jólini serlig!

Á jólum hava vit yvirskot og geva okkum fyri onnur. Veita tænastur og kenna okkum sum ein part av einum brøðralagið sum er nógv størri enn vit sjálvi.
Vit vilja gloyma hvat vit hava gjørt fyri onnur, men minnast við takksemi tað, sum onnur hava gjørt fyri okkum.
Vit vilja gloyma tað sum samfelagið skyldar okkum og heldur leita eftir tí góða sum býr í hjørtum okkara. Síggja okkara medmenniskju, líka so góð sum vit sjálvi halda okkum verða.
Vit gloyma dómin og njóta samveruna. Lata okkum upp og loyva fólki inn.
Tí eru jólini serlig!

John Wallingford, sum var munkur frá 1195-1214 segði, at Jólini nýtast ikki at verða eittans dagur ella árstíð, men at, um okkara hjartalag og sinnið er soleiðis, at:
Um vit elska grannan sum okkum sjálvi
Um vit av ríkidømi eru fátøk í anda og vit í fátækaradømi eru rík av náði.
Um okkara gávumildni ikki rósar sær sjálvum, men heldur stríðist vinsælt og leingi fyri onnur.
Um ein av feløgum okkara tørvar breyð og vit geva okkum sjálvi ístaðin.
Um hvør dagur rísur við møguleikum og setur við avrikið, um enn so evarska lítið
So er hvør dagur gudgivin og jólini altíð nær.

Við hesum fáu orðum, fari eg at takka fyri høvið og ynskja okkum øllum eina gleðiliga høgtíð, við friði og góðum døgum saman.

At enda vil eg lesa 7. ørindi úr sálminum ”Nú ringja kirkjuklokkur so hátt”

Vit ung og gomul halda nú jól,
vár Jesus vil øllum hýsa,
hann er hin bjarta lívsins sól,
um allar ævir skal lýsa.

Takk Fyri!