HEIM
01.12.2019

Jólatræsrøða í Saltangará

Røða, sum Sigrun Jónsveinsdóttir helt, tá jólatræið í Saltangará varð tendrað:

HEY ØLL SOMUL

Tá ið jólini nærkast hendir nakað heilt serligt. Tíðin er í sær sjálvum hugnalig, myrk og hita upp av ljósum allastaðni. Býurin er so flott prýddur og meira lív kemur líkasum í býin.
Tey flestu av okkum byrja at stákast, vit byrja so spakuliga at hugsa nógv um kenslur, vit byrja at hugsa um árið, ið skjótt er farið, og um hesi ymsu tingini vit skulu gera og náa, áðrenn jólaaftan.

Vit føla líkasum hitan spakuliga koma yvri okkum, sjálvt um tað gerst kaldari úti. Jólini fáa okkum ofta at hugsa um tey vit elska mest og harvið eisini tey vit sakna.
Eg kann sjálvandi einans tosa út frá mær sjálvari og hvussu eg síggi hesi tíðina. Og klassiskt fari eg altíð á eina ordans nostalgiska ferð, har eg minnist sólarklárt aftur á nógvar góðar løtur, eg sum barn og ung havi havt her í okkara deiliga býið.

So langt aftur eg kann minnast og enn tann dag í dag, sammeti eg jólatíðina við familjuna - babba, mammu, Janus og Magnus, og øll tey sum síðan eru komin afturat.

Og eitt tað besta var at eg saman við mammu og babba fór at keypa tað síðsta inn til jólar, typiskt 23. desember. Tað var ein ordans fyritøka. Listin var langur og tíðin var knøpp. Og umframt tað at vit skuldu hava alt á listanum krossa av, so var altíð tíð til tann fasta kaffidussin í køkinum í brúgsini (FK), har vinkonurnar hjá mammu arbeiddu,og har vit føldu okkum heima, sjálvt um køkurin ikki er serliga stórur. Eisini var altíð steðga á, á kaiini til eitt gott prát. Antin umborð á onkum báti ella við onkran arbeiðismann har.

Eg gleddi meg altíð so nógv til hendan túrin, tí eg helt tað verða so ótrúliga hugnaligt at koyra ígjøgnum býin og síggja øll stákast, býurin prýddur við ljósum, trøðum og øll vindeyguni við ymsum prýðið. Men tað besta, at heilsa uppá og tosa við øll fólkini og gleðast um at í morgin er jólaaftan.

Sjálvt jólaaftan, var hæddarpunktið og er tað enn hæddarpunktið, at verða í kirkju, í Glyvra Kirkju. Einki er so fjálgt, vakur og rørandi, sum tá ið vit øll, eftir gudstænastuna, standa ímillum livandi ljós og syngja Gleðilig Jól.
Tað fært altíð eitt tár at fella.
Tað er ikki jól uttan hesa løtu.
Og óivað hava fleiri at tykkum slíkar siðvenjur, ið skulu til, fyri at tit kunnu halda tykkara jól.

Nú vil eg eisini leggja dent á at vit, Knudsen slagið, eru rættliga vanabundin og eftir hesa kirkjutíð var sjálvandi eisini tann ”obligatoriski” biltúrurin ígjøgnum býin eitt must!
Tað er hann eisini enn tann dag í dag.

Yvirhøvur, tá ið eg koyri biltúr gjøgnum býin, kenni eg meg aftur við hvørja gøtu. Eg kann líkasum síggja meginpartin av mínum lívið aftur á hesum gøtum.
So, tá ið eg bleiv biðin um at siga nøkur orð her i dag, var tað eitt tað fyrsta í rann mær í huga, samleikin hjá okkum her í Runavíkar Kommunu, okkara identitetur!

Tað er ótrúliga týdningarmikið í okkara samfelagið, at mann kann føla seg sum ein partur av onkrum størri enn ein sjálvur. Faktiskt havi eg hug at siga at tað er meira týdningarmikið nú enn nakrantíð, av tí at ein og hvør hevur allan heimin,og harvið ymsar heimssamleikar, í einum so lítlum tólið sum passar í lumman.

So ymisk eru spjøldruni uppá okkara samleikar. Vit hava øll tørv á at lýsa okkum út frá tí størri myndini. Vit eru øll ymisk. Bara her í okkara kommunu eru vit sjálvandi hvør við sínum samleika, men harumframt er Runavíkar Kommuna ein rættliga stór kommuna, við nógvum bygdum og harvið nógvum ymsum kollektivum samleikum.

Sosial vísindi, vísur okkum at týdningurin av at verða ein partur av einum felagsskapi, er so ótrúliga stórur og vit øll hava tørv á hesum kenslum. Tí er sera umráðandi at kommunan, dugir at samla allar hesar kollektivu samleikarnar og harvið skapa ein samlaðan felags samleika, soleiðis at vit øll føla okkum sum part av hesari kommunu.

Harumframt, kann eg ikki lata vera við at hugsa um og nevna, at í næsta ár verður hetta samfelagið, heilt eitt annað. Tí í næsta ár um hesa tíð, verður koyrandi til Tórshavn, høvuðsstaðin, uppá 15 min.
Hvat kemur hetta at merkja fyri okkum? Fyri okkara samleika sum kommuna? Og hvat fyri krøv setur hendan stóra broyting?

Mann kann so við vissu siga, at hetta setur nøkur stór krøv til Runavíkar Kommunu, til býráðið. Og vit síggja longu nú fleiri ætlanir sum eru ávegis, spennandi verður at fylgja við í hesum.

Vit vita sjálvandi ikki akkurát hvat fer at henda, men vita so heilt sikkurt og kunnu við ráðum frá øðrum, ið hava verið í somu støðu sum vit, við vissu siga, at skulu vit sum býur styrkjast, so mugu vit skapa ein bý har tað er gevandi og spennandi at búgva.

Ein av bestu sangskrivarum í heiminum, og heilt sikkurt ein av mínum yndis, er amerikanarin Bruce Springsteen. Hann hevur ein sang sum eitur My Hometown, har søgugongdin í sanginum er, at pápin gevur soninum følingina av at hann eigur sín bý og harvið skal hjálpa til at menna býin.

Tað besta ørindi, eftir mínum tykki, í hesum sanginum er;
I would sit on his lap in a big old buick and steer as we drove through town, he tousle my hair and say "Son, take a good look around, this is your hometown".

Sum fleiri hava sagt áðrenn meg, so mugu vit skapa ein miðbý, eitt stað, eitt "samlingspunkt", har vit øll kunna búleikast og skapa okkara fantastisku minnir. Hetta krevur eisini at vit tosa gott, jaligt um okkara bý, at vit skapa eina kenslu av at hetta er okkara býur og harvið vilja vit eisini skapa hann til ein góðan bý at búgva í og ein bý vit eru góð við.

Eg ynski fyri míni børn at tey sleppa at veksa til her og skapa góð minnir, sum, eins og hjá mær sjálvari, koma at verma tey, nú tá jóla mánaðin kemur.

Eg ynski tykkum øllum ein góðan desember mánað og eini gleðilig jól og besta eydnu framyvir.

Takk fyri!