HEIM
14.12.2019

Jólaskipið og “Vit syngja jólini inn” sunnudagin 15. desember

Jólaskipið letur heilsa, at vegna veður í dag leygardagin 14. desember kemur jólaskipið á Runavíkina í morgin sunnudagin 15. desember kl. 15 í staðin.

Løtu seinni, sunnudagin kl. 17, verður hugnaliga "Vit syngja jólini inn" tiltakið í Glyvra kirkju. Umframt alkendu jólasálmarnar, ið øll hava høvi at syngja, fer Kór Glyvra kirkju at seta dám á løtuna.

Listaframsýning við Heðini Kambsdal er eisini í Glyvra kirkju og hongur uppi í forkirkjuni til trettanda.

Í samband við tiltakið við Jólaskipinum verður Gulasteinsvegur sperraður frá Berglon til vegamótið á Fjøruvegi, meðan tiltakið er.