HEIM
26.11.2019

Jóhanna í heimsøkn

Runavíkar kommuna hevur í longri tíð fyrireika seg til at fara undir Spjaldraskipanina, ið hevur til endamáls at veita ungum ímillum 6 og 18 ár tvey túsund krónur um árið til gjald fyri luttøku á ítróttar- og mentanarmótinum. Á politiskum evnisdegi í Saltangará hin 26. oktober, gjørdi býráðið samfelt ta samtykt, at farast skuldi undir skipanina, og á býráðsfundinum hin 31. oktober var skipanin samtykt sum partur av FÆ2020. Á býráðsfundinum nú hósdagin er onnur viðgerð av FÆ2020 á skránni, og væntast kann, at fíggjarætlanin við Spjaldrinum incl. verður samtykt.

Runavíkar býráð vitjaði í Íslandi fyri lítlum ári síðani, og tá vóru vit m.a. á gátt hjá Reykjavíkar kommunu. Ein av teimum vit tosaðu við var Sif Gunnarsdóttir, sum hevur verið stjóri í Norðurlandahúsinum í Føroyum. Hon og borgarstjórin hittust aftur í Tórshavn fyri kortum, Sif var í Føroyum, nú Hamlet var settur á pall í Nlh, og tey bæði samdust um, at vit skuldu gera eina roynd at fáa serfrøðingin í “Fristundarkortinum”, í høvuðsstaðarkommununi í Íslandi, til Runavíkar, fyri at leggja okkum lag á við verkligu fyrireikingunum, nú ætlanin er, at Spjaldrið skal fáa virkna frá ársskiftinum 2019/20.

Serfrøðingurin Jóhanna Garðarsdóttir kom í heimsøkn við Føroyaflúgvaranum úr Reykjavík fyrrapartin í gjár, og allan seinrapartin sótu hon, borgarstjórin, fíggjarleiðarin Súni Kristiansen, mentanarleiðarin Sølvi Reinert Hansen og bókhaldarin Tummas Petur Thomassen á fundi um málið. Ørgrynna av tøkniligum avbjóðingum skulu loysast áðrenn skipanin kann setast í verk, men hjálpin úr Íslandi í gjár flutti okkum langt fram á leið. Í dag taka vit samanum og Garðarsdóttir fer heimaftur til Íslands í kvøld.