HEIM
Lurta
29.10.2020

JHR stykkjar út í Æðuvík

Yvirhøvur er áhugin stórur fyri at seta seg niður í Runavíkar kommunu. M.a. í Æðuvík. Nakað er fráliðið, síðan kommunan seldi seinasta tøka stykkið í bygdini, tí viðgjørdi Byggi- & Býarskipanarnevndin støðuna í fjør, og eftir hennara tilráðing samtykti býráðið, at ein neyvætling skuldi gerast um eina nýggja útstykking, soleiðis, at arbeiðið kundi bjóðast út, og komið var nú undir land við hesum. Kommunan eigur høgliga lendið, har ið útstykkingin í bygdini skal gerast. 7 stykkir eru í verkætlanini.

Lægsta boðið kom frá Spf. JHR Entreprenørar, Rituvík, áljóðandi slakar 2,3 milliónir krónur. Týsdagin í vikuni skrivaðu Rúni Petersen, stjóri, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, undir sáttmála, og samsvarandi honum er ætlanin, at arbeiðið byrjar í viku 46 (2020) og skal tað sambært sáttmálanum vera liðugt í viku 15 (2021).