HEIM
30.03.2020

Jassarnir í Løkshøll Live kl. 20

So er næsta stroymingin úr Løkshøll á veg. Vit fáa í kvøld vitjan av lokala bólkinum Jassarnir, sum herfyri vunnu stóru tónleikakappingina Stella Polaris.

Jassarnir spæla góð, gomul rokkutt coverløg, sum tey flestu kenna. Tað tykist stundum, sum býr ein eldri sál í hesum ungu monnunum.

Stroymingin byrjar kl. 20.00 á Facebook síðu okkara og á nýggju YouTube kanalini hjá Løkshøll.

Steingrund Akustik stendur fyri ljóð og ljósi, og Raclip framleiðir myndirnar.