HEIM
17.12.2019

Innkomuvegurin á løgtingsfíggjarlógini 2020

Meirilutin í løgtingsins fíggjarnevnd, Jákup Mikkelsen, Kristin Michelsen, Magnus Rasmussen, formaður, og Bill Justinussen, hevur í álitinum til løgtingsfíggjarlógina 2020 raðfest innkomuvegirnar báðumegin við tunnilsmunnarnar til Eysturoyartunnilin.

Meirilutin ætlar, at 11 milliónir krónur verða settar av, og í kontutekstinum verður skrivað:

”Eysturoyartunnilin verður latin upp til almenna nýtslu seint í komandi ári. Enn er ongin loysn funnin á atknýttu vegunum ávikavíst á eystara armi á Skálafjørðinum og til Tórshavnar. Meirilutin heldur, at landsstýrismaðurin eigur alt fyri eitt at taka upp samráðingar við ávikavíst Runavíkar kommunu og Tórshavnar kommunu um vegaføringarnar báðumegin tunnilin. Settar eru 11 mió. kr. av til Fjøruvegin í Runavík og 11 mió. kr. til vegaføringina til Tórshavnar. Meirilutin heldur, at landsstýrismaðurin beinanvegin eigur at gera verklagslóg fyri báðar vegaloysnirnar, so arbeiðið at fara undir vegirnar kann byrja sum skjótast og soleiðis, at fíggingin av vegaloysnunum kann leggjast í trygga legu á løgtingsfíggjarlógunum fyri komandi árini.”

Omanfyrinevnda álit, eitt av trimum, er nú lagt fram á tingborð, og uppskotið til løgtingsfíggjarlóg og álitini hjá meiriluta og minnilutum í fíggjarnevndini fara nú at fáa aðru og triðju viðgerð á Føroya løgtingi næstu dagarnar. Alt bendir nú á, at politiska skipanin umsíðir ætlar at taka neyðuga ábyrgd í málinum um til- og frákoyringarnar til Eysturoyartunnilin – bæði í Tórshavn og í Runavík.

Viðmerkingin hjá meirilutanum, um at landsstýrismaðurin beinanvegin eigur at gera verklagslógir fyri vegaloysnirnar, er skilagóð, og tryggjar at partarnir frameftir samstarva um málið øllum til frama. Ætlast kann, at upphæddirnar vera støðlaðar, harvið fæst uppaftur betri samanhangur í arbeiðið.

Tjóðveldis- og Javnaðarflokkurin (Kristina Háfoss og Aksel Johannesen) í fíggjarnevndini mæla til, at 12 mió. kr. verða settar av til innkomuvegin í Runavík, meðan Ruth Vang úr Framsókn mælir til at 15 mió. kr. verða settar av tilsamans – á Streymoynni og eystan- og vestanfyri við Skálafjørðin.

Allir partar tykjast nú hava skilt álvaran í málinum, og umsíðir er tað farið at grógva um gangandi fót í málinum um innkomuvegirnar.