HEIM
25.11.2019

Innbjóðing til FM-Snar og FM-Kvik í Løkshøll

FM-Snar og FM-Kvik verður telvað í Løkshøll í Runavík dagarnar 29. og 30. novembur.
Byrjað verður fríggjakvøldið kl. 18:00, tá FM-Snar verður telvað. Leygardagin verður FM-Kvik telvað á fyrsta sinni. Byrjað verður kl. 11:00. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingunum, bæði roynd og óroynd. Tað er ikki krav at luttikið verður í báðum kappingunum.

FM-Snar:
Tíð:
Tiðin til alt talvið verður 3 min. + 2 sek/leik. Telvað verða 11 umfør.
Virðislønir:
2.500 kr.
1.500 kr.
1.000 kr.
Minst 2 x ratingsvirðislønir á 500 kr.

Luttøkugjald:
Vaksin 150 kr. (100 kr. um meldað verður til, áðrenn 24.11).
Undir 16 ár 100 kr. (50 kr. um meldað verður til, áðrenn 24.11).
Luttøkugjaldið skal gjaldast á staðnum, áðrenn telvað verður.

Tilmelding:
Tilmelding á kappingarleidarin@faroechess.com ella sms til 271404, í seinasta lagi mikukvøldið 27. novembur kl. 20.00.
Tilmelding higartil: http://chess-results.com/tnr476902.aspx?lan=7

FM-Kvik:
Tíð:
Tiðin til alt talvið verður 10 min. + 5 sek/leik. Telvað verða 9 umfør.
Virðislønir:
2.500 kr.
1.500 kr.
1.000 kr.
Minst 2 x ratingsvirðislønir á 500 kr.

Luttøkugjald:
Vaksin 150 kr. (100 kr. um meldað verður til, áðrenn 24.11).
Undir 16 ár 100 kr. (50 kr. um meldað verður til, áðrenn 24.11).
Luttøkugjaldið skal gjaldast á staðnum, áðrenn telvað verður.

Tilmelding:
Tilmelding á kappingarleidarin@faroechess.com ella sms til 271404, í seinasta lagi mikukvøldið 27. novembur kl. 20.00.
Tilmelding higartil: http://chess-results.com/tnr476900.aspx?lan=7&art=0&turdet=YES

Talvsamband Føroya