HEIM
24.08.2018

Innanduratímar í Bylgjuni

Nú er møguleiki til at søkja um hallartíma í ítróttarhøllini Bylgjuni til vetrarhálvuna 2018/19. Eftir at skúli, stovnar, ítróttarfeløg og -sambond hava fingið tillutað hallartímar, eru tøkir tímar at leiga út til privatfólk. Ein hallartími kostar 400,-, og verður goldin við gjaldskortið umvegis heimasíðuna www.holl.fo.

Søkjast kann við at senda tpost til bylgjan@runavik.fo.
Viðmerkjast skal:
* Navn á ábyrgdarpersóni
* Telefonnummar hjá ábyrgdarpersóni
* Tpost hjá ábyrgdarpersóni
* Dagfestin nær ætlanin er at byrja

Í seinasta lagi 31. august 2018 hava allir umsøkjarar fingið svar.