HEIM
08.03.2018

Handverkari til Runavíkar Kommunu

Søkt verður eftir handverkara innan timburøkið at arbeiða fyrifallandi arbeiði hjá Runavíkar kommunu, har flestu uppgávurnar eru í sambandi við bygningarnar hjá kommununi.
Starvið er eisini avloysarastarv fyri gravaran hjá Runavíkar Kommunu, tá gravarin er burturstaddur.

Førleikakrøv
Handverkaraútbúgving við arbeiðsroyndum og royndir at arbeiða sjálvstøðugt.
Koyrikort er ein treyt.

Setanarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast gjørligt og lønt samb. sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Handverkarin vísir til arbeiðsformannin, sum hevur tilvísing til rakstrarleiðaran á Teknisku deild.

Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Bergur Didriksen, rakstrarleiðara, tlf. 237056

Umsókn
Umsókn við fylgiskjølum skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi 11. mars 2018. Starvið verður eftir ætlan sett frá 1. apríl 2018.

Umsókn til starvið skal sendast til:
Runavíkar Kommuna
Heiðavegur 26
600 Saltangará
ella til: runavik@runavik.fo