HEIM
05.10.2020

Handan av løggildingarskjali vatnreinsiverkið í Lamba

Hósdagin tann 1. oktober 2020 fekk reinsiverkið í Lamba handað sína løggilding. Lamba veitir drekkivatn til uml. 2200 fólk, og veitir vatn til Runavíkar, Saltangará, Glyvrar, Lamba og Lambareið.

Vatnverkið fekk løggilding í februar í ár, men vegna koronu varð handanin av løggildingarskjalinum tó útsett, og ikki handað fyrr enn 1. oktober.

Í Runavíkar kommunu eru 9 vatnverk, og eitt er so smátt ávegis í Oyndarfirði. Tá ið vatnverkið er liðugt í Oyndarfirði, so eru tað bert Elduvík og Funningsfjørður, ið ikki hava reinsverk til drekkivatnið.

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur eftirlit við og góðkennir vatnverkini. Løggildingin inniber, at mannagongdir viðvíkjandi framleiðsluhátti, útbreiðslu og arbeiðshátti eru góðkendar av Heilsufrøðiligu starvsstovuni, og hesi eru niðurskrivaði í góðskuhondbókina. Endamálið við handbókini er at tryggja vatnveitingina og at tryggja eina góða drekkivatnsgóðsku. Í handbókini er lýsing av vatnverkinum og vatnleiðingini. Somuleiðis er skráseting, vatnsýnistøkur, innaneftirlit v.m. skjalfest.

Á myndini eru: Frá vinstru: Jóngerð Juul Olsen, umhvørvisfólk, Andras Rasmussen, vara-vatnmeistari, Vilhelm M. Olsen, vara-vatnmeistari, Elma á Geilini Ortind, málsviðgerði HFS, Herman á Líknargøtu, vatnmeistari, Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, Jacoba Langgaard, málsviðgerði HFS.