HEIM
21.02.2018

Hálvt annað hundrað túsund í kringvarpsgjøldum

Í mun til vavið á stovninum kemur tað neyvan óvart á nakran, at Kringvarp Føroya við jøvnum millumbilum verður tikið upp til umrøðu í samfelagnum. Eitt er viðgerðin millum manna, men í hesum døgum liggja ikki færri enn tvey lógaruppskot á Føroya løgtingi um broytingar í regluverkinum undir stovninum.

Jógvan á Lakjuni hevur lagt soljóðandi uppskot fyri tingið: "Í løgtingslóg nr. 61 frá 16. mai 2006 um kringvarp, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 163 frá 24. desember 2015, verður í § 6 stk. 2 "tvær tíðindaredaksjónir" broytt til: "tvær sjálvstøðugar tíðindadeildir." Uppskotið er no. 80/2017.

14. í hesum mánaðinum var soljóðandi uppskot frá Jørgeni Niclasen til fyrstu viðgerð á Føroya løgtingi: "Í løgtingslóg nr. 61 frá 16. mai 2006 um kringvarp, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 163 frá 24. desember 2015, verður í § 7, stk. 3 ", kommunalir stovnar og feløg sambært § 5 í løgtingslóg um partafeløg og smápartafeløg (vinnufeløg)" broytt til: "og kommunalir stovnar". Uppskotið er no. 80/2017.

Nýggja kringvarpslógin var ein breið semja millum teir fýra stóru flokkarnar á Løgtingi. Núsitandi borgarstjórin í Runavíkar kommunu umboðaði tá Tjóðveldisflokkin í samráðingunum, og tað var ein treytaleys áseting frá okkara síðu, at orðingin "tvær sjálvstøðugar tíðindadeildir" var partur av uppskotinum. Hendan semjan varð brotin, táið Helena Dam á Neystabø, táverandi landsstýrismaður í mentanarmálum, í mars mánaði 2010, legði hetta broytingaruppskotið fram: "Í § 6, stk. 2 verða orðini "tvær sjálvstøðugar tíðindaeindir" broytt til: "tvær tíðindaredaksjónir." Sigast skal, at Jógvan á Lakjuni, sum nú roynir at venda aftur til upprunasemjuna, sum vit fingu í lag, meðan hann var landsstýrismaður í mentanarmálum, atkvøddi fyri at fara frá tveimum sjálvstøðugum tíðindadeildum.

Annað mál er fíggingin av Kringvarpi Føroya. Uppskotið hjá Jørgeni Niclasen hevur til endamáls at sleppa vinnulívinum undan at gjalda kringvarpsgjald, men grundgevingar hansara eru á sama hátt galdandi fyri kommunurnar, men teimum sleppur hann upp á fjall í uppskotinum.

Fyri árið 2017 hevur Runavíkar kommuna goldið 150.500 krónur í kringvarpsgjaldi. Hálvtannað hundrað túsund krónur og 5 hundrað krónur. TAKS krevur inn, og tað er samsvarandi lógum landsins. Spurningurin er bara, er hetta rímiligt?

Øll sum arbeiða hjá kommununi gjalda kringvarpsgjald, vónandi virka tey somikið í gerandisdegnum, at tíðin ikki er til at brúka arbeiðsdagin til tað, at sita meiri ella minni burturav uppi yvir lurtinum.

Tað er í lagi at ein kommuna ber eina rímiliga útreiðslu til ein neyðugan stovn sum Kringvarp Føroya, sum lurtari, men hendan upphæddin, hálvt annað hundrað túsund krónur, er órímilig, fyri ikki at siga meiningsleys.

Sitandi samgonga hevur sum fremsta mál at díkja kommunurnar undir í útreiðslum, sum landsstjórnin sjálv átti at goldið, dømini eru óteljandi eftirhondini, men kanska átti mentanarnevnd løgtingsins at rópt Kommunufelagið, ella onkra kommunu, inn til hoyringar í sambandi við uppskotið hjá Jørgeni, sum bara tekur hædd fyri Pf. & Spf., og spurt tær um aðrar broytingar í lógini um kringvarpsgjald ikki eisini eru átrokandi.

Bíða verður eftir áheitanini.

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri