HEIM
12.03.2020

Halbjørg heiðrað

Halbjørg Zachariasen fekk í dag heiðurssprota handaðan frá Hennara Hátignar Margrethu Drotning. Einaferð í fjør hevði Halbjørg virkað sum klinikkassistentur á tannlæknastovuni á Skála í 40 ár. Tað var staðfest við einum evarska lítlum haldi á Skála, í væntanini um, at heiðurssprotin (fortjenstmedaljan) frá Kongshúsinum var á veg. Í dag kundi borgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen, vegna Margrethu Drotning, handa Halbjørg heiðurin í býráðssalinum í Saltangará.

Slekt og vinir og umsitingin vóru møtt í Ráðhúsinum seinrapartin, har kommunan bjóðaði kaffi og køkur. Trivnaðarleiðarin segði nøkur orð og síðani flutti borgarstjórin fram røðu fyri Halbjørg, áðrenn hann feldi heiðurssprotan í kjóla hennara. Hon fekk mong blómutyssini og ein málning frá Runavíkar kommunu. Fleiri teirra, ið møtt vóru, brúktu høvi til at heilsa Halbjørg á hesum serstaka degi.

Aksel Dam-Jacobsen, tannlækni á Skála í eitt mannaminni, og samstarvsmaður hjá Halbjørg í mong ár, var eisini møttur til hátíðarhaldið í býráðssalinum í dag.