HEIM
13.07.2020

Gunvør havt seinasta arbeiðsdag á Sellanum

Fríggjadagin var seinasti arbeiðsdagur hjá Gunvør G. Hansen,  nú hon fer frá orsaka av eftirlønaraldri.
Í tí sambandi var lítil móttøka hildin í Sellanum, har starvsfólk í Sellanum og Varðanum, saman við varandi hja Gunvør, vóru møtt til at markera dagin.

Nancy Poulsen, leiðari, segði nøkur orð, har hon takkaði Gunvør fyri tíðina í starvinum á Dagstovnaøkinum hjá Runavikar kommunu. Síðani fekk Gunvør eina gávu.
Jonnhild Reynholdsdóttir forkvinna í Trivnaðarnevndini hjá Runavikar kommunu, segði eisini nøkur orð.

Síðani var høvi at heilsa uppá Gunvør og bjóðað varð til ein ein drekkamunn.