HEIM
09.06.2019

Gummibátatreff á Eystanstevnu

Nú styttist til tað stóra gummibátatreffið, sum vakti ans á sosialu miðlunum í fjørð, á facebook tiltakinum eru ikki færri enn 329, sum hava svarað at tey koma og 1.300 fólk hava víst tiltakinum áhuga.

Fyrireikarnir hava ætlanir um at sláa metið hjá Sveisarum á 1.200 flótandi før (gummibátum).
Tiltakið verður leygardagin 15. Juni. 2019, kl. 15.00, á Skálafjørðinum.

Nú er einans eitt at gera, og tað er at finna gummibátin og bjargingarvestin fram, siga ungu søldarfjarðardamurnar sum standa á odda fyri tiltakinum.

Sveis hevur eitt heimsmet á 1200 flótandi før (gummibátar) og saman kunnu vit royna at sláa hetta metið.
KOM!

Tað er ókeypis luttøka, so tað er bara at møta fjølment upp.

At taka við:
-Gummibát og bjargingarvest.
-Børn undir 12 ár, skulu hava ein vaksnan við umborð.

Tórshavnar bjargingarfelag, kappróðrafelagið NSÍ og Bátafelagið á Bakka luttaka til tiltakið.

Vit gleða okkum at síggja tykkum við kappróðraneysti á Glyvrum, leygardagin 15. juni. Kl. 15.00