HEIM
Lurta
09.11.2020

Gula Smiðja

Gamla smiðjan, við tí sertakliga góðu plaseringini, miðskeiðis í býnum, er liðug umvæld uttan. Takið er skift, múrurin er umvældur, gluggar og hurðar skift og bygningurin er málaður. Ímeðan hava mong arbeitt við at fáa bygningin so gagnligan til brúks sum yvirhøvur gjørligt. Arkitektar, áhugabólkar, ungdómar og umsiting hava sitið saman og samskift fyri at røkka einum skilagóðum úrsliti.

Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, hevur staðið fyri arbeiðnum. Gula smiðjan gjørdist í processini ein partur av miðbýarætlanini hjá Runavíkar kommunu, og táið Kongshavnar Kvinnufelag valdi at geva kommununi 2,5 milliónir krónur til endamálið, at fáa eitt ungdómshús til býin, sum samstundis kann brúkast til so mangt annað, fekk málið eina heilt aðra vend.

Nú arbeiðið, við at gera bygningin lidnan innan, var boðið út, vann Byggiverk hjá Ólavi Langgaard ta kappingina. Hann fer í gongd alt fyri eitt, og roknar við at vera komin á mál í desember 2021 – um eitt gott ár.

Sáttmálin kostar góðar 8 milliónir krónur – ein treyt við gávuni frá Kvinnufelagnum var, at krónurnar frá teimum skuldu vera tær seinastu brúktu, fyri at tryggja, at ungdómurin fekk húsið, sum tær upprunaliga høvdu givið gávuna til. Harvið kostar hendan endurreisingin áleið 5,5 milliónir krónur.

Um eitt gott ár eigur býurin ein fasilitet, sum leingi hevur verið saknaður.