HEIM
12.03.2018

Grækarismessurøða í Runavík 2018

Grækarismessurøða, sum Katrin Kallsberg, løgtingskvinna, helt í Skótahúsinum við Løkin.

Takk til Runavíkar kommunu og Skótaliðið fyri at skipa fyri tiltakinum.
Og stóra takk fyri heiðurin, mær er sýndur, at fáa høvi at siga nøkur orð.

’Tjaldur ver vælkomið til okkum heim
Frá ókendum fjarskotnum londum
Tú bert okkum boð um ein ljósari dag,
At nú er brátt summar í hondum’

Aftur í ár kom grækarismessa nærum óvart á meg. Tað kennist, sum um at jólapyntið so dánt er niðurpakkað, hóast tað lá á ovastaloftinum aftur áðrenn tjúgunda kvøld. Føstan er meira enn hálvrunnin, so at grækarismessa er her, nú páskini nærkast, sigur seg sjálvt.

Við tjøldrunum kemur várið

Henda lívsjáttandi tíðin, tá leykplanturnar varisliga kaga undan. Fyrstu krokusarnir og snjóblómurnar hava longu verið frammi í fleiri vikur, og páskaliljurnar standa um at spretta.
Hóast kava og illfýsið veður hava onkrar løtur tó longu verið í urtagarðinum.
Eg veit ikki, um tað er liggjandi landnyrðingurin, sum er orsøkin, men enn havi eg ikki sæð ársins fyrsta tjaldur í Sandagerði.

Við tjøldrunum kemur vónin um ljósari tíðir

Hóast eg, alt eg kann minnast, havi hátíðarhildið grækarismessu, er hetta ikki ein fyrndargamal siður. Upprunaliga vóru tað skótarnir úr Skótaliði Sigmundi Brestirsynar, sum hátíðarhildu grækarismessu uppi í Varðaholuni. Har var kynt bál og tosað um fugl og náttúruvernd. Í 1943, fyri 75 árum síðani, tók Sverri Patursson stig til, at skótarnir fluttu hátíðarhaldið oman á Vaglið. Sverri var fuglavinur um ein háls. Hann var sera umhvørvistilvitaður og legði dent á at verja fuglin. Fyrstu nógvu árini var Sverri fastur røðari á grækarismessuhaldinum. Hann var kendur fyri sínar áhugaverdu og drúgvu røður, sum allar endaðu við orðunum ’Latið smáfuglin og heiðafuglin hava frið’.

Tað kundi verið áhugavert at hoyrt Sverra røða um allar tær mongu útbyggingarnar, ið ganga fyri seg í okkara vakra landi í dag.

Her í kommununi eru mong sera náttúruvøkur øki, og tað er gleðiligt at roynt verður at taka hædd fyri, at bæði menniskju og djór hava teirra heim her. Tað er ógjørligt at halda grækarismessurøðu í Runavík uttan at nevna Toftavatn, hóast eg veit, at størri parturin hoyrir til Nes kommunu. Gøturnar kring vatnið gera tað møguligt hjá fólki at ganga og njóta náttúruna, uttan at órógva fuglin óneyðugt. Í farnu viku bórust tíðindi um, at fjørðan frá Glyvragjógv til Hvalsrætt verður varðveitt, og hóast sera nógv er útbygt fram við fjørðuni her, hevur tað alstóran týðning at varðveita øki órørd. Eg ivist ikki í, at onkur tjøldur fara at vera at síggja har í vár.
Eisini er tað at fegnast um, at kommunan hevur valt at uppraðfesta umhvørvisøkið við at seta eitt fólk burturav at arbeiða við hesum.

Við tjøldrunum kemur væntanin um eina enn betri framtíð

Vit hava ein skiftisnæming búgvandi hjá okkum í eitt ár. Tað er ein framíhjárættur at hava eitt ungt menniskja úr einum øðrum landi sum ein part av okkara familju. Tað er áhugavert og mennandi, at spurningar vera settir við, hví vit gera, sum vit gera, bæði sum familja og sum føroyingar. Nú grækarismessa nærkaðist, hava vit tosað nógv um tjaldrið. Hví júst tjaldrið er okkara tjóðfuglur.

Tað kann sjálvsagt tykjast løgið at hava ein flytifugl sum tjóðfugl. Hví ikki upphevja staran, sturnus vulgaris faroensis, til hetta heiðurspláss? Starin er her alt árið, er sera trúgvur móti føðistaðnum og megnar at skapa sær eina tilveru her, uttan at rýma til onnur lond, tá vetrarstormarnir herja. Sjálv má eg viðganga, at eg havi nógva gleði av starunum. Eg elski at eygleiða teir í urtagarðinum og fylgja við, tá teir rigga til at reiðrast. Eisini gevur tað mær eina góða kenslu, tá eg síggi teir kroka millum runnarnar í kavastormi, fyri at koma fram at eta, tá matur verður settur út til teirra. Eg kann mangan undrast á, hvaðani allir tá koma.

Tjaldrið hevur tó leingi havt eitt serstakt pláss í hjørtunum á flestu føroyingum. Føroyingafelag, sum var stovnað í 1888 at vinna føroyingum tjóðskaparligt frælsi, nýtti tjaldursmerkið sum flagg. Í flaggsøguni ’Merkið’ greiðir Niels Juel Arge frá, hvussu Tjaldurmerkið og Veðramerkið veitraðu lið um lið hátíðardagar og á fólkafundum. Veðramerkið var kent longu frá gamla innsigli løgmans úr 14.øld, men sum flagg var tað ikki nýtt fyrr enn Thorshavn Total-afholdsforening í 1878 hevði tað sum sítt felagsmerki.
At tað gjørdist júst tjaldrið, ið var valt, er helst Nólsoyar Pálli og hansara Fuglakvæði fyri at takka. Sum kunnugt skyrdi Nólsoyar Páll seg sjálvan tjaldrið í Fuglakvæðinum. At bæði Nólsoyar Páll og tjaldrið hava havt eginleikar, sum tjóðskaparrørslan hava sæð sum fyrimyndarligar, er lítið at ivast í.

Jákup Jakobsen, doktari, sigur í eini yrking í 1888

Tjaldrið kom og kleyv tað dimmið
Sló so ramt eitt slag
Høgdi rovfuglarnar grimmu,
Birti ljósan dag.
’Føroyingar’, fremjið verkið.
Gerið ei Føroyum skomm.
Tjaldrið verða skal várt merki,
Hvar vit halda fram.

At tjaldrið eisini er kent fyri sín eginleika at verja onnur enn sítt egna reiður er gamalt. Longu í 1770unum staðfestir Jens Christian Svabo, at føroyingar hildu tjaldrið gera gagn í bardaganum móti ravninum. Ravnurin var til ampa í haganum, tí hann lá eftir lombum, men hann tók til rýmingar, tá tjaldrið søkti at. Jóannes bóndi segði tað so vakurt ’Flest allur fuglur hevur lyndi til at verja um sítt egna reiður. Tjaldrið verjir meir, tjaldur verjir bæði sítt egna og annans reiður, tjaldrið verjir hagan, verjir alt tað landið sum er umhvørvis reiðrið’

Tað kundi verið áhugavert at lyft okkum upp og hugt at Føroyum úr sjónarhorninum hjá tjøldrunum. Tí hvør sjón møtir teimum, tá tey koma til Føroya?
Tað eru einar aðrar Føroyar, enn tey fóru frá í heyst.
Í Havn eru stórar broytingar farnar fram. Hagalendið á Glyvursnesi er minkað, nú stóra grótbrotið har veksur. Bústøðini hjá tjøldrum og øðrum heiðafuglum fækkast. Eisini fram við fjørðuni eru broytingar. Útbyggingin av Landssjúkrahúsinum etur seg oman í fjørðuna, sum nú er undir í gróti. Grótbátarnir sigla allan sólarkringin at sleppa gróti í fjørðin fyri at útbyggja havnalagið. Har er, sum skilst, tørvur á meira plássi til bingjur.
Vónandi finna tey tjøldur, sum koma til støð, sum eru broytt, eitt annað stað at reiðrast í ár.

Tjaldrið minnir okkum á boðskapin sum Sverri Patursson hevði í sínum mongu Grækarismessurøðum, at fara væl um umhvørvið. Hesin boðskapur er sera viðkomandi í dag. Nógv verður tosað um burðardygd og umhvørvi, men kanska verður meiri tosað enn handlað?
Sjálvandi eiga vit sum land at fylgja við menningini og byggja samfelagið út, tá tørvur er á tí. Okkara samferðslukervi er vælútbygt, hóast fleiri farleiðir enn eru afturúrsilgdar, og stórsti partur av fólkinum býr í mesta lagið hálvanannan tíma frá hvørjum øðrum. Tað kann tí tykjast undrunarvert at tørvur er á fleiri havnaútbyggingum í senn. Kanska ein yvirskipað lendisætlan fyri alt landið hevði kunnað virkað fyri eini enn skilabetri útbygging av landinum?

’So langt er her enn, til ein frælsis sól
kann summar um landið alt ala,
tí fólkið enn svevur sín vetrarblund;
so seint búgvast spírur at næla.’

Sangurin ’Tjaldur ver vælkomið’ ella ’Á Grækarismessu’ var upprunaliga prentaður í Tingakrossi í 1908 undir dulnevninum ’Tormaður’. Jákup Dahl, sum yrkti sangin, var slóðbrótari á fleiri økjum. Hann var sera hugtikin av føroyska málinum og vildi, at kirkjumálið skuldi vera føroyskt. Hann týddi Nýggja testamentið og ritualini til føroyskt og týddi og yrkti harumframt ein hóp av sálmum. Í 1912 mátti hann fara úr lærarastarvinum, tí hann noktaði at lýða harraboð í málspurninginum. Hann fór síðani í starv sum prestur í Suðurstreymoyar prestagjaldi og helt ótroyttiliga á við arbeiðinum føroyska málinum og mentanini at frama. Í dag, á hesum skótahátíðardegi, er vert at nevna, at hann frá 1938 var formaður fyri KFUM skótarnar.
Eg haldi ongan iva vera um, at Jákup Dahl í sanginum ótolnast eftir at føroyingar taka ábyrgd av egnum landi:

’So trekir vit eru at fara á gongd
og fylkjast í frímannaliði,
at røkja várt land og byggja várt heim
eftir fornum frímannasiði.’

Hóast sangurin hevur góða øld á baki, havi eg hug at geva Jákupi Dahl rætt. Hvørjum bíða vit eftir?

’Men kemur tú, tjaldur, ár eftir ár,
tú, boð um ljósari tíðir,
so skal tað kennast um landið alt,
tað tekur at sumra umsíðir.’

Tá vit hátíðarhalda grækarismessu, fáa vit møguleika at savnast og gleðast um, ’at nú er brátt summar í hondum’. Tað er áhugavert at liva í einum landi, har hvør árstíð hevur sítt sermerki. At okkara tjóðfuglur er flytifuglur, hóskar kanska alt ov væl. Á grækarismessu kemur tjaldrið heimaftur og ber boð um, ’at nú er brátt summar í hondum’. Gamalt var, at tjaldrið hevur fult reiður um krossmessu, og lítlan mánaða seinni koma tjaldursungarnir út. Ungarnir rýma skjótt úr reiðrinum, ofta sama dag, teir eru útkomnir. Á jóansøku koma studentarnir, og hesar hvíthúgvaðu pisurnar seta sín serstaka dám á summarið. Tá summarið líður, fækkast tey ungu, og um mikkjalsmessu er bara eitt sløð av tjaldursungum eftir. Tað er kanska tí, vit fegnast so almikið um grækarismessu, tí nú byrjar henda æviga lívsjáttandi ringrásin aftur.

Fyri fáum árum síðani var nógv tos um avbjóðingina at fáa ungu kvinnurnar at støðast í landinum. Ein ’heildarætlan um fólkaflyting og fólkavøkstur’ varð gjørd, og hon hevði – sjálvandi – tjøldur á flogi á permuni. Tað, at ungu ættarliðini nema sær útbúgving, er gleðiligt, men tað er ein avbjóðing, um ov fá leita heim aftur eftir lokna útbúgving. Tað er at fegnast um, at fleiri útbúgvingartilboð eru í Føroyum, so tað er møguligt hjá fleiri av okkara ungu at taka alla ella partar av útbúgvingini í Føroyum.

Hóast tað nú gongur rætta vegin við at fáa ungu kvinnurnar at velja Føroyar sum teirra heim, er enn neyðugt at vit gera okkara til, sum samfelag, at skapa karmar, sum eisini tær ungu kvinnurnar kunnu støðast í. Á áðurnevndu permu áttu kanska eisini at verið myndir av meira eksotiskum fuglum? Vit eru jú í tí hepnu støðu sum land at fólk, kanska serstakliga kvinnur, úr fjarskotnum londum velja at búseta seg og skapa sær eina familju í Føroyum. Hetta er við at ríka okkum sum land. Vit eiga at virðismeta tað fjølbroytni, sum hesar kvinnur kunnu tilføra. Og vit mugu tryggja okkum, at tær og familjur teirra fáa góðar karmar at mennast í. Og á samma hátt sum Jákup Dahl arbeiddi fyri at fáa føroyskt mál á breddan, mugu vit tryggja teimum føroyingum, sum ikki hava føroyskt sum fyrsta mál góða frálæru í føroyskum. Málið er samleikaskapandi og bindur okkum saman sum fólk. Tað er okkara uppgáva at tryggja øllum møguleika at luttaka í samfelagskjakinum á føroyskum.

Hendan tíðin, tá tjaldrið og hinir flytifuglarnir koma aftur til landið, er serstøk. So við og við gerast fuglaljóðini fleiri og fjølbroyttari. Hetta er ein boðan um lív, summar og vón, men tað er eisini ein áminning til okkum at virðismeta tað margfeldni, vit hava í Føroyum.
Vit hava fólk úr ymiskum londum, við ymiskari trúgv og ymiskum fortreytum annars. Men øll kunnu vit vera við at byggja land. Forfedrarnir hava latið okkum Føroyar at umsita. Vónandi ynskja vit øll eina framtíð her og vilja leggja okkara klípi til varðan, so gøtan verður enn betri at ganga hjá okkara eftirkomarum.

Lat okkum eins og tjaldrið við orðunum hjá Jóannesi bónda ’verja bæði egið og annans reiður’. Og latið okkum ’verja hagan allan’ og berjast móti rovfuglunum.

‘Lat sólina skína um dalar og fjøll,
grønkast lat heiðar og líðir!
Tí øll vit leingjast mót lívgandi sól,
Vónandi sælari tíðir.’

‘Latið smáfuglin og heiðafuglin fáa frið’

Takk fyri