HEIM
05.03.2020

Grækarismessuhald í Runavík

Eins og undanfarin ár, fyriskipar Visit Runavík saman við Skótunum við Løkin fyri Grækarismessuhaldi í Runavík. Dagurin er vanliga ein hugnaligur dagur við røðu og hornblástri.

Eins og seinnu árini verður grækarismessuhaldið í
Skótahúsinum við Løkin, hósdagin, 12 mars. Kl. 17.00.

Tiltakið byrjar við, at skótarnir ganga skrúðgongu, Jógvan Á Lakjuni, flytir fram røðu og Nes Sóknar Musikkfelag spælir.

Tiltakið er vanliga ein tíma og endar við at øll í felag syngja “Tjaldur verð vælkomið”