HEIM
09.03.2018

Grækarismessuhald í Runavík

Eins og undanfarin ár fyriskipar Visit Runavík saman við Skótunum við Løkin fyri grækarismessuhaldi. Dagurin er vanliga ein hugnaligur dagur við røðu og tónleiki.

Í ár verður grækarismessuhaldið í Skótahúsinum við Løkin mánadagin 12. mars. kl. 17.00.

Tiltakið byrjar við, at skótarnir ganga skrúðgongu frá Skúlanum við Løkin til Skótahúsið við Løkin, Katrin Kallsberg, løgtingskvinna, flytir fram røðu og Nes Sóknar Musikkfelag spælir.

Tiltakið er vanliga ein tíma og endar við, at øll í felag syngja “Tjaldur ver vælkomið”.