HEIM
07.03.2019

Grækarismessuhald 2019

Eins og undanfarin ár, fyriskipar Visit Runavík saman við Skótunum við Løkin fyri Grækarismessuhaldi í Runavík. Dagurin er vanliga ein hugnaligur dagur við røðu og hornblástri.

Eins og seinnu árini verður grækarismessuhaldið í Skótahúsinum við Løkin, týsdagin, 12 mars. Kl. 17.00.
Tiltakið byrjar við, at skótarnir ganga skrúðgongu, Justinus Eidesgaard, rithøvindur, flytir fram røðu og Nes Sóknar Musikkfelag spælir.

Tiltakið er vanliga ein tíma og endar við at øll í felag syngja “Tjaldur verð vælkomið”