Søguligur gongutúrur eftir varðagøtuni úr Lamba til Rituvíkar.
Sunnudagin 19. oktober kl. 16:00, skipar Kunningarstovan í Saltangará fyri søguligum gongutúri úr Lamba til Rituvíkar.
Á túrinum síggja vit m.a. staðið har Norska Løva fór á land í 1707 og ganga gjøgnum Torvheiðarnar har vit síggja leivdir av torvhúsum.
Møtt verður niðri í bygdini við skúlan í Lamba.
Ferðaleiðari á túrinum verður Óli Simonsen.
Tilmelding áðrenn fríggjadagin 17. oktober kl. 15:00 á Kunningarstovuni í Saltangará tel. 417060. Kostnaður 75 kr. íroknað kaffi/te og buss.