HEIM
01.05.2020

Gongdin; januar-apríl

Álíknaði persónsskatturin er dastið av rakstrargrundarlagnum hjá einari kommunu, harvið hevur tað áhuga, mánað fyri mánað, at fáa at vita, hvussu støðan stendur í mun til árið ið fór, og í mun til samtyktu fíggjarætlanina, sum siglast skal eftir. Eini fíggjarætlan, sum eitt býráð leggur í rúmari tíð áðrenn eitt rakstrarár byrjar. Hareftir kunnu metingarnar vera. Vanliga er støddin á álíkningini rímiliga løtt at spáa um, men hugsast kann, at tey, sum manna bý- og bygdaráð, og fólkið, sum eigur kommunurnar, bíða í størri spenningi eftir inntøkutølunum í hesum døgum, nú álvarsom heilsuhóttan hevur hingið yvir landinum í longri tíð og fyri stóran part hevur lagt tað lamið. Vit vita, at hetta fer at raka flestu kassar í landinum, spurningurin er bara nær tað hendir. ALS- og Landskassin bløða longu, tað gera nógvar fyritøkur líka og nógvir borgarar hava tað væl minni rúmsátt fíggjarliga enn frammanundan Corona-kreppuni. Tað er avleiðingin av, at vit hinvegin eru sloppin nøkulunda snikkaleys burturúr sjálvari heilsukreppuni.

Fyri løtu síðani fekk Runavíkar kommuna skattatølini fyri apríl mánaða. Álíknaðar í apríl eru kr. 15.429.044 í mun til ætlaðar kr. 13.950.000. Hetta var betri enn væntað, nú umstøðurnar hava verið øðrvísi enn nakar kundi ætlað um. Tilsamans, hesar fýra fyrstu mánaðirnar, er inntøkan 2,852 milliónir krónur omanfyri FÆ2020 – svarandi til 5,11%. Í mun til sama tíðarskeið í 2019 er vøksturin 7,12% ella kr. 3.897.432. Meðalvøksturin januar-apríl 2020, hjá øllum kommununum í Føroyum, er annars 5,79%.

Hóast hon skroyvar nógv upp, er inntøkan frá persónsskattinum ikki øll søgan um búskapin hjá einari kommunu. Umframt inntøkurnar frá felagsskatti og Runavíkar havn er ein partur av inntøkunum ymisk gjøld, m.a. ansingargjøld frá foreldrum, og sum tey flestu vita, gjørdi Runavíkar kommuna av at sleppa foreldrunum undan at gjalda fyri tann mánaðin, táið lítil og ongin ansing var veitt børnum teirra. Hetta hevur við sær, at inntøkan hjá kommununi verður einar 650-700 túsund krónur lakari enn ætlað bara í tí førinum. Ivaleyst fara vit eisini at síggja eitt rák tann sama vegin í øðrum geirum. Tí ræður um hygni hjá teimum, ið eru sett til at varða av fólksins ognum í hesum døgum.

Viðvíkjandi afturberingini til eldraøkið sær tað nakað frægari út enn ætlað hesar fyrstu fýra mánaðirnar í árinum, soleiðis, at eftirlønarskatturin er heldur frægari enn væntað og ætlað og DIS/FAS-gjaldið liggur eisini eitt vet omanfyri tað, sum mett varð um í FÆ2020.

Samanumtikið ein rímilig støða – hóast Corona ikki hevur gjørt alt burturav sær enn á fíggjar- og búskaparliga økinum – langt frá tí.