HEIM
Lurta
22.12.2020

Gøta í Skálafirði

Tað hevur leingi verið í umbúna at gera eina gongugøtu á oyruni í Skálafirði, fyri at gera tað lættari hjá fólki at koma til og frá stóra sandinum í bygdini. Peningur er settur av í ár og næsta ár.

Spf. Voyt í Saltangará átti lægsta tilboðið, og fer undir arbeiði alt fyri eitt. Eyðstein Skipanes og borgarstjórin skrivaðu undir sáttmála um hetta á kommunuskrivstovuni í gjár.