HEIM
10.12.2019

Glyvra skúli – avsetingarøkið

Tey sum javnan ferðast í økinum við Glyvra skúla vita, at ferðsluviðurskiftini partar av degnum hava verið rættiliga kaotisk, serliga á morgni, táið bilar, bussar, næmingar og kennarar til gongu og á hjólhestum og meginferðslan eftir Glyvravegi renna saman.

Skúlin, skúlastýrið og kommunan hava leingi virkað við einari loysn, nakað er gjørt, men nú er sáttmáli undirskrivaður við JHR Entreprenørar um at gera arbeiðið liðugt. Játtanin til tað, ið eftir er at gera, varð samtykt á seinasta býráðsfundinum í ár.

Flatmyndin sýnir hvussu økið verður skipað, og endamálið er:

at bøta um trygdina hjá fólki til gongu - frá gongubreytini sunnanfyri og inn til skúlan.
at bøta um trygdina á avsetingarøkinum á tann hátt, at skúlabørn kunnu setast av ímóti gongubreyt.
at skipa avsetingarøkið soleiðis, at tað verður greiðari hvussu ein ferðast og koyrir í økinum.

Teinurin millum inn- og útkoyring er longri og væl rúmligari verður nú á avsetingarøkinum, nú alt økið, har Glyvra Bio einaferð stóð, gerst ein partur av høpinum.