HEIM
28.02.2020

Glyvra skúli

Hóast Glyvra skúli er meiri enn 60 ára gamal hevur verið mett, at hann við ávísum dagføringum kann brúkast sum skúli og forskúli í nógv ár fram. Í nøkur ár er peningur heimilaður til týðandi umvælingar. Tøkini eru skift, og í fjør vórðu nýggj vindeygu sett í og múrurin á høvuðsbygninginum, suður og eystureftir, umvældur. Ætlanin er at halda fram við dagføringunum í nøkur ár, haðartil komið er á mál innan sum uttan. Í fjør vórðu avtalur gjørdar við fýra arbeiðstakarar, sum vunnu kappingina um hvør sína arbeiðstøku, og í ár verður hildið fram á sama hátt sum í fjør við at umvæla nýggjara partin av skúlanum – sum stendur suður og norður. Avrátt er við somu arbeiðstakarar, at teir halda fram samsvarandi somu sáttmálum, sum arbeitt varð eftir seinasta ár. Við sama kostnaðarstøði.

Fyritøkurnar eru:

-Spf. Byggiverk, v/Ólavi Langgaard, Rituvík
-Spf. Ingolf Hansen, Runavík
-Spf. Rókin, Glyvrum
-Spf. Málarameistarin Signar á Fríðufløtum, Søldarfirði

Ejin Olsen, byggifrøðingar, starvandi á teknisku deildini hjá Runavíkar kommunu er samskipari og hevur eftirlitið við arbeiðnum. Hesin parturin av umvælingini kostar sambært endurnýggjaðu avtalunum góðar tvær milliónir krónur.

ES: Myndin varð tikin í dag frammanfyri gamla veggjamálninginum hjá Jack Kampmann, sum listamálarin Zacharias Heinesen umvældi fyri nøkrum árum síðani. Á myndini síggjast frá vinstru: Tórbjørn Jacobsen, Ólavur Langgaard, Jón Hansen, Jákup Martin Kjeld, Signar á Fríðufløtum og Ejin Olsen.