HEIM
13.03.2020

Fyriskipanir í Runavíkar kommunu orsakaðar av COVID-19 smittuni

Tíðindaskriv:

Nú COVID-19 smittan eisini hóttir Føroyar, og landsins myndugleikar hava latið avmarkandi fráboðanir og áheitanir frá sær, hevur Runavíkar kommuna, sum staðbundin myndugleiki, viðgjørt støðuna. Borgararnir eiga sjálvandi fremstu raðfesting í støðu sum hesari, men so fjølbrigdað sum samfelagið er, har nógvir tættir treyta hvønnannan, eru eisini onnur atlit, ið mega takast við í viðgerðina, táið ferðin skal setast niður í samfelagnum í eina tíð.

Eftir at flestu spurningar frammanundan vóru viðgjørdir í umsitingini, kallaði borgarstjórin umboð fyri eldraøkið, skúlarnar, dagstovnarnar, vinnulívið og umsitingina á fund í býráðssalinum í Saltangará í morgun. Endamálið við fundinum var at finna eina heildarloysn, við einari javnvág, sum í mestan mun forðar fyri smittuspjaðing, samstundis sum hædd verður tikin fyri, at vinnan ikki verður løgd lamin. Vinnuumboðini á fundinum greiddu frá, at hóast framleiðslan heldur fram, eru øll neyðug stig tikin fyri at ganga tilmælunum frá myndugleikunum á møti.

Borgarstjórin hevur ásett raðfestingina niðanfyri samsvarandi ráðgevingini á fundinum, og verður hon galdandi teir næstu 14 dagarnar, at rokna frá mánamorgni hin 16. mars fram til mánamorgunin hin 30. mars 2020. Verður tað hildið neyðugt, samsvarandi broyttum fyritreytum í kringumstøðunum, at broyta ásetingarnar og tilmælini, verður alt málið viðgjørt av nýggjum og aðrar fráboðanir lagdar fram um neyðugt.

Raðfestingar:

Eldraøkið – Roðin:
Roðin, økistænastan, setur herd tiltøk í verk til tess at forða fyri Corona-smittuni.

Fyri at verja eldru borgararnar í Runavíkar-, Nes- og Sjóvar kommunu ímóti Corona smittuni eru hesi tiltøk sett í verk næstu tvær vikurnar:

• Venjingarnar í Bylgjuni og í Ítróttarhøllini á Skála eru avlýstar.
• Dagtilboðini á Skála og á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi eru stongd
• Heitt verður á avvarðandi hjá búfólkum á Vesturskin, Sjóvarlon og á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi um ikki at vitja óneyðugt. Bert undir serligum umstøðum, og við loyvi frá deildarleiðaranum á økinum, ber til at vitja.

Umframt nevndu tiltøk eru tilmælini frá Landsstýrinum frá 12. mars tikin til eftirtektar. Leiðslan í Roðanum hevur dagført fleiri innanhýsis mannagongdir í tænastum og tilboðum. Umframt at mannagongdir, til tess at fyribyrgja Corona-smittu millum starvsfólk og búfólk/brúkarar, eru herdar.

Tilbúgvingarætlanin hjá Roðanum er eisini dagførd. Tilbúgvingarbólkar eru settir fyri heimatænastuna og fyri røktarheimini/sambýlini. Bólkarnir viðgera javnan neyðugar tillagingar og átøk, sum eru og verða sett í verk.

Skúlarnir – Glyvra skúli, Oyndarfjarðar skúli, Skála skúli og Skúlin við Løkin:
Skúlaleiðslurnar hava sent hesa fráboðanina út viðvíkjandi virkseminum næstu 14 dagarnar:

“Eftir tilráðing frá skúlamyndugleikunum steðgar øll skúlagongd frá fríggjadegnum 13. mars og tvær vikur fram, til og við fríggjadagin 27. mars. Hetta er eisini galdandi fyri næmingarnar í forskúlanum og næmingarnar í starvsvenjing.

Mælt verður til at vísa størsta varsemi og at taka tey atlit, myndugeikarnir mæla til, í álvara. Støðan krevur av okkum øllum, at vit eru serliga umhugsin og ábyrgdarfull komandi dagarnar.

Um heilt serligar umstøður gera seg galdandi, og tað als ikki letur seg gera at hava skúlabørnini heima hesa dagar, verða tit biðin um at venda tykkum til leiðslu skúlans áðrenn fríggjadagin 13. mars kl. 12.00. Um broytigar koma fyri, verður kunnað um hetta á heimasíðum skúlans, ávikavíst www.rks.fo og www.skalaskuli.fo.

Viðvíkjandi skúlahøpinum í Runavíkar kommunu, annars, verður tað galdandi, at musikkskúlin og kvøldskúlin ikki eru virkandi næstu 14 dagarnar.

Húsavørðurin og høpið kring hann halda fram við at starvast sum vanligt.

Bókasavnið við Løkin:
Bókasavnið letur dyrnar aftur næstu 14 dagarnar.

Dagstovnar:
Næstu 14 dagarnar skulu børn í dagstovnaaldri ikki møta á dagstovnunum í Runavíkar kommunu, tó ber til við stórum avmarkingum at gera avtalur við dagstovnaleiðararnar samsvarandi niðanfyristandandi. Orkan verður skipað samsvarandi almennu tilmælunum.

Dagstovnarnir verða við nógv skerdari orku hildnir opnir, fyri at týðandi funktiónir í lokalsamfelagnum annars kunnu halda fram við sínum virksemi, tí skulu øll, sum hava annan møguleika fyri ansing, royna tann møguleikan fyrst av øllum.

Frá mánamorgni hin 16. mars tekur dagstovnavirksemi bert ímóti børnum, hvørs foreldur skulu røkja arbeiðsligar skyldur sum eru átrokandi í samfelagnum, framleiðsluvinnan incl., og samsvarandi hesum hava tørv á ansing.

• Hetta er galdandi fyri børn í vøggustovu- og barnagarðsaldri, sum lúka krøvini omanfyri.
• Børn í frítíðarskúlaaldri í Runavíkar kommunu kunnu koma í frítíðarskúla seinrapart, um tey lúka krøvini omanfyri.

Í hesum sambandi skulu foreldur, ið hava tørv á dagstovnatilboði, boða frá hjá dagstovnaleiðarunum, nær og um tey hava tørv á dagstovninum og hvør orsøkin er til tess. Hetta skulu foreldur gera í seinasta lagi í dag – 13. mars 2020 – kl. 17:00, soleiðis, at virksemið á dagstovnaøkinum kann skipast í mun til teir næstu 14 dagarnar.

Dagstovnaleiðarin á hvørjum stovni sær skipar virksemið soleiðis, at trygdin er sum mest og soleiðis, at hetta verður til minst møguligan ampa fyri børnini og starvsfólkini á stovnunum.

Ítróttarøkið
Næstu 14 dagarnar verður onki virksemi yvirhøvur í Bylgjuni, Ítróttarhøllini á Skála og í fimleikahallunum í kommununi. Hurðarnar verða stongdar og ongi undantøk verða givin. Samskiparin og húsavørðurin starvast kortini sum vanligt. Væntandi fylgja ítróttarfeløgini eisini tilmælinum frá ÍSF, um at gevast við øllum virksemi á ítróttarvøllunum tær næstu tvær vikurnar.

Løkshøll:
Ongi tiltøk vera í Løkshøll yvirhøvur næstu 14 dagarnar.

Visit Runavík – Kunningarstovan:
Dyrnar verða stongdar næstu 14 dagarnar, men tey starvandi eru framvegis til arbeiðis og kunnu røkkast yvir telefon og talgildar samskiftismiðlar.

Umsitingin í Ráðhúsinum hjá Runavíkar kommunu:
Tey starvandi í meginumsitingini halda fram at starvast sum vanligt, men møguligt verður ikki at avgreiða ørindir í Ráðhúsinum - hurðarnar verða stongdar næstu 14 dagarnar frá mánamorgni hin 16. mars at rokna. Tey ið ynskja at samskifta við Runavíkar kommuna mega harvið avgreiða ørindini umvegis telefon ella teldupost hesa undantakstíðina.

Vegadeildin á Lambareiði:
Virksemi hjá Vegadeildina heldur fram sum higartil.

Runavíkar havn:
Virksemi heldur fram sum vanligt. Fyrsta ferðamannaskipið er ætlað at koma inn á Skálafjørðin hin 2. juli 2020, og støða verður, hesum viðvíkjandi, tikin í góðari tíð, alt eftir umstøðunum og smittuvandanum, um hendan vitjanin verður veruleiki ella ikki.

Uttanlandsferðir og skeiðvirksemi:

Í verandi støðu skal onki starvsfólk uttanlanda í ørindum fyri Runavíkar kommunu og heldur ongin skal taka lut í skeiðum vegna kommununa. Hava starvsfólk verið uttanlanda, verður heitt á tey um ikki at møta á arbeiðsplássinum næstu 14 dagarnar.

Ruskplássini:
Ruskplássini hava opið sum vanligt.

Nevndarfundir og býráðsfundur:
Nevndarfundirnir verða hildnir sum ætlað, og býráðsfundur verður hildin hin 26. mars 2020.

ES: Mett verður støðugt og áhaldandi um støðuna og broytist støðan í mun til umrøddu avleiðingarnar, omanfyri nevndar, verður fráboðan send út um hetta. Annars heitir Runavíkar kommuna á allar sínar borgarar og høpi, har fólk savnast, um at sýna størsta varðsemi meðan vandin frá COVID-19 smittuni hóttir samfelagið.

ES 2: Tey, ið hava ørindir til Runavíkar kommunu, verða biðin um at ringja til tlf. 417000 ella at skriva til runavik@runavik.fo

Saltangará, 13. mars 2020.

Tórbjørn Jacobsen,
borgarstjóri