HEIM
Lurta
03.11.2020

Fundur fyri bygdarfólkinum í Funningi í kvøld

Framhald av fundinum um dansistovuna, sum var í skúlanum í Funningi hin 22. september, verður í kvøld, týskvøldið í hesi vikuni – hin 03. november - kl. 19:30. Ávís viðurskifti matriklinum viðvíkjandi hava hesa tíðina verið viðgjørd í samskifti millum landsmyndugleikan og kommununa, og greiða lokala niðurstøðan frá seinasta fundi kann nú ratifiserast, um undirtøka framvegis er fyri hesum.

Fundurin verður í skúlanum í annaðkvøld kl. 19:30 við hesi dagsskrá:

1. Val av fundarstjóra.
2. Uppskot um at avhenda Dansistovuna í Funningi, matr. no. 20, Funningur, til Runavíkar kommunu.
3. Ymiskt

Vónandi møtir bygdarfólkið fjølment til fundin.