HEIM
18.02.2019

Fróði og aðrir kúllar í Løkshøll

Hesa vikuna framførir 10. flokkur í Skúlanum við Løkin fitta og skemtiliga leikin "Fróði og aðrir kúllar" í Løkshøll. Ole Lund Kirkegaard hevur skrivað kendu bókina, sum hevur upprunaheitið "Frode og de andre rødder", og sum er gjørd til film.

Leikurin snýr seg um nøkur børn, sum búgva í Hornhúsgøtu. Ein dagin verður stolið frá harðmælta Hr. Storm, og øll børnini seta sær fyri at fanga tjóvin. 

Kostnaðurin fyri atgongumerki er 50 kr,-

Hesar sýningar eru settar á skrá:
mán. 18/2 kl. 12.00 - kl. 19.00
týs. 19/2 kl. 09.30 - kl. 12.00 - kl. 19.00
mik. 20/2 kl. 09.30 - kl. 12.00 - kl. 19.00
hós. 21/2 kl. 09.30 - kl. 12.00
frí. 22/2 kl. 09.30