HEIM
01.01.2020

Frítíðarkortskipanin SPJALDUR er tøk

Nú 1. januar 2020 gjørdist frítíðarkortskipanin SPJALDUR hjá Runavíkar kommunu virkin.

Við SPJALDUR fáa børn og ung ein kreditt á 2.000 kr. frá kommununi, sum tey kunnu nýta til at rinda fyri lima- og luttøkugjøld í samband við ítróttar- og frítíðarvirksemi.

Lima- og luttøkugjaldini verða avgreidd á heimasíðuni spjaldur.runavik.fo.

Skipanin varð samtykt av býráðnum á heysti 2019, og kom at virka nú 1. januar 2020 - hetta fyrsta árið sum ein royndarskipan.

SPJALDUR fevnir í 2020 um aldursbólkin frá børnum, sum fylla 6 ár í 2020, og til teirra, sum fylla 18 ár í 2020.

Foreldur/verjar fingu undan jólum 2019 sendandi brúkaranavn og loyniorð til umsitingarsíðuna. Og børn og ung í skipanini fingu eitt kort sendandi við teirra navni og nummari á.

Nógv tilboð eru í skipanini longu frá 1. januar 2020, og roknast kann við, at tilboð leggjast aftrat so við og við.

Treytir fyri feløg
Fyri at gerast partur av skipanini, skulu frítíðartilboð sum meginreglu lúka hesar treytir:

-Eitt felag við viðtøkum og nevnd skal standa fyri tilboðnum
-Tilboð skulu sum meginregla vera minst 10 samanhangandi vikur
-Venjari/lærari yvir 18 ár skal hava høvuðsábyrgd av tilboðnum, yngri kunnu vera hjálparvenjarar
-Venjari skal hava útbúgving - ella í minsta taka Venjari 1 hjá Ítróttasambandi Føroya í 2020.
-Felagið hevur ábyrgd av at tryggja, at børn/ung, sum eru meldaði til, luttaka í tilboðnum.

Um fyrispurningar eru til skipanina, ella um onkur kundi hugsað sæt at rinda fyri onnur tilboð enn tey, sum eru tøk í løtuni, kunnu boð sendast við telduposti til spjaldur@runavik.fo.