HEIM
26.06.2020

Frá Høgabóli inn í Støð

Tíðindini um avtaluna, sum Pf. Eystur- og Sandoyartunlar og Runavíkar havn/kommuna hava gjørt um grót úr Sandoyartunlinum, er partur av størri ætlan, sum hevur ligið í kortunum í nøkur ár. Ætlanin snýr seg um at víðka havnarlagið frá Oljubryggjuni heilt inn í Støð á Glyvrum, har kommunan eisini hevur í hyggju at skipa ein bátahyl, nú verandi hylur so smátt er við at gerast ov lítil.

Avtalan í dag tryggjar, at kommunan fær ta rúgvuna av gróti, sum skal til fyri at fáa ætlanina framda. Kommunan fær grótið, men borgar fyri flutningin, og tað merkir, at grótið fæst fyri helvtarprís í mun til at sama rúgva skuldi verið keypt av Hústoft.

LBF – Landsbyggifelagið – situr í løtuni og teknar eftir okkara ynskjum í økinum, og á fyribilstekningini sæst, at verandi bryggjukantur verður fluttur 50 metrar norðureftir, haðan verður farið 40 metrar úteftir – vestureftir - við einari rampu og síðan ber til, við tíðini, at gera fleiri hundrað metrar av atløgusíðu heilt inn á Glyvrar við 15 metra dýpi.

Talan er sjálvandi um eina langtíðarætlam, men grótkeypið í dag er ein grundleggjandi treyt fyri, at vit um nøkur ár eiga eitt havnarlag, sum hevur møguleikan fyri at rúma nógvum møguleikum á vinnuliga mótinum.