Í gjøgnum nógv ár hevur innsavningin av lutum og myndum vaksið um savnið, og í dag er bygdasavnið bæði umfatandi og áhugavert
Húsið er innrættað við eini gamlari stovu frá 1874, gamal handil frá fyrsta helmingi av farnu øld, gamal køkur og gamalt kamar – alt við tilhoyrandi innbúgvi.
Á framsýningini eru bæði fornlutir og myndir. Lutirnir, sum eru at síggja, eru m.a. amboð, brúkslutir og innbúgv. Nógvu gomlu myndirnar vísa t.d. dagligt yrki, hús og bátar.
Á eystanstevnu er opið leygardagin og sunnudagin frá kl. 15.00 til 19.00.
Í samband við at leitað verður aftur eftir Norsku Løvu, hevur Forni framsýning um Norsku Løvu hangandi uppi.