HEIM
07.03.2019

Vegleiðandi fólkaatkvøða í Skálabotni á Grækarismessu um

Skal bygdin eita Skálafjørður?

Skal bygdin eita Skálabotnur?

Fólkaatkvøða verður hildin í skúlanum í Skálabotni á Grækarismessu – hin 12. mars 2019 og valhølið er opið frá kl. 10 til kl. 20 ella so leingi veljarar eru í valhølunum eftir hetta.

Rætt at taka lut í atkvøðuni hava øll, staðsett í bygdini, sum valdagin lúka treytirnar um valrætt til býráðsval sambært § 1 í kommunuvallógini og eru á vallista til býráðsval. Á atkvøðuseðlinum eru bert tvinnir møguleikar og bara annar skal veljast, annaðhvørt Skálafjørður ella Skálabotnur.

Valkort

Valkort eru send veljarunum  í Skálabotni.    

Um onkur, ið heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt býráðsskrivstovuni frá í seinasta lagi 11. mars 2019.

Brævatkvøður

Veljarar í Skálabotni, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni í avgreiðslutíðini frá 20. januar til og við 11. mars 2019.

Tey, ið vegna sjúku ella av aðrari orsøk ikki kunnu koma á valstaðin, kunnu boða kommunuskrivstovuni frá á tlf. 417000 í seinasta lagi 11. mars 2019 kl. 12.00.